Sigurin alt at siga

Franska álopsstjørnan, Thierry Henry, helt eftir dystin móti føroyingum, at tað var altavgerandi, at franska liðið fekk øll trý stigini við heim aftur.

Thierry Henry var samdur í, at franska avrikið ikki hevði verið serliga sannførandi, men Arsenal-framherjin helt tó, at tað týdningarmiklasta var, at teir fingu sigurin og øll trý stigini.

Helt lítið um vøllin
- Vit kunnu spæla væl betur, enn vit gjørdu í dag, segði Thierry Henry og legði afturat, at eftir hansara tykki var ein av orsøkunum til trupulleikarnar hjá fraklendingum við at fáa glið á spælið hjá sær, at vøllurin var so óslættur. - Vøllurin var ikki til tað vakra fótbóltsspælið, men hetta er tó ikki nøkur umbering, tí tað er líka fyri báðar partar, segði franska stjørnan.
Thierry Henry var ikki nøgdur við franska spælið, og hann helt, at tað var alt ov sjáldan, at fraklendingar fingu spælt seg til veruligar málmøguleikar. - Vit spæla okkum í veruleikan bert til nakrar heilt fáar møguleikar, og fleiri av teimum koma enntá upp á snarárlop ella hornaspark, og tað er ikki nóg gott, helt Thierry Henry. Arsenal-framherjin rósti tó eisini føroyingum og segði, at tað eisini var eitt herðaklapp til føroyingar, at tað gekk so striltið hjá fraklendingum at sleppa framat málinum hjá Jákupi Mikkelsen.
Í mun til venjara sín helt Thierry Henry ikki, at franska liðið umskipaði seg nakað, eftir at Patrik Vieira varð rikin av vølli. - Vit spæla víðari við somu uppstilling, men føroyingarnir koma nógv meiri inn í dystin. Eina løtu høvdu teir eitt ávíst trýst, men so sláa vit kontra, og Cisse vissar okkum sigurin eftir fríspæling frá Ludovic Giuly. Nú hava vit fingið tað, sum vit komu eftir, men vit hava eisini nógv at arbeiða við undan dystinum móti Írlandi í oktobur, segði Thierry Henry at enda.