Halgir Dahl Olesen, sum mundi vera besti leikarin á vøllinum mikukvøldið, var ikki í iva um, hvussu stóran týdning sigurin hevði fyri H71.
- Sálarliga hevði hesin sigurin ótrúliga stóran týdning fyri liðið hjá okkum. Í fjør fingu vit ongantíð stig frá teimum f´ra ovastu liðunum, og hetta merkti eisini spæl okkara móti teimum.
- Nú hava vit víst, at tað væl ber til, og so skulu vit byggja víðari upp á tað.
Spurdur um framtíðina hjá H71 liðnum, telist H71 liðskiparin eisini millum teirra, sum síggja ljóst upp á tað.
- Liðið er ungt, og tað eru so avgjørt møguleikar í tí. Enn eru vit ikki fullmannaðir, men møguleiki er fyri, at Bárður Brimvík verður tøkur innan einar tvær til tríggjar vikur. Eisini hava vit fingið nógv burtur úr venjingunum hjá Sverra, so vit eru avgjørt á veg uppeftir.
- Hetta sást til dømis aftur í dag, har vit í seinna hálvleiki fáa nakrar lutir at koyra, sum vit hava vant heilt nógv, segði Halgir Dahl Olesen at enda