Tróndar dagarnir eru í hæddini. Sunnudagin var ein partur av skránni í Sarpugerði, har Víkingur hevði vitjan av Skála.
Hesar dagar verður leitað aftur í søguna. Tá ið ræður um Trónd í Gøtu verður leitað túsund ár aftur í tíðina, og tað vil siga aftur í víkingatíðina.
Í fótbóltshøpi er víkingasøgan stutt. Hetta er fyrsta árið, at leirvíkingar og gøtumenn í felag manna víkingaliðið. Søguliga er hægsti tindurin hjá leirvíkingum fjórða pláss í bestu deildini í 1984 og 1985. Hjá GÍ eru søguligu tindarnir væl hægri. Teir hægstu eru FM heitini í 1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og 1996.
Tað eru søguligu tindunum hjá GÍ, sum Víkingur nú miðar eftir. Úrslitini seinastu ferðirnar hava boðað frá, at tað ikki er óhugsandi, at tað skal bera til at røkka høgt. Nú eru teir eitt stig frá bronsuplássinum.
Sigrarnir ímóti EB/Streymi og NSÍ vóru vunnir við støði í fínum hugburði, stórum stríðsvilja og framúr arbeiði. Tað hevur borið gott spæl, upplagdar møguleikar og málini við sær, sum hava borið sigrarnar við sær, tí verjan hevur verið so tøtt.
Ímóti skálamonnum var avrikið ikki heilt tað sama, sum tað hevur verið ímóti toppliðunum.
Men tað var nóg mikið til at ogna sær øll stigini og harvið at kynda uppundir gott Tróndar lag. Í sambandi við fagnaðardagarnar varð steyp handað til víkingarnar.
Málini
Zoltán Bukzegi skoraði fyrra heimamálið tíðliga í 1. hálvleiki. Næstsíðsta fótin á bóltinum átti Andreas Lava Olsen, sum aftur hesa ferð hevði rættuliga avgerandi leiklut.
Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Andreas, sum økti um munin. Sentrali miðvallarin, Sølvi Vatnhamar, legði bóltin fram í høgru síðu, har tað tóktist sum, at skálaverjan hevði tak á. Men talan mundi vera um misskiljing, og so var Lava maðurin sum ein køttur ímillum, streyk avstað við bóltinum og sneiddi framvið Geza Turi, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið.
Tað kendist sum heimaliðið hevði fult tamar hald á støðuni. Men enn eina ferð kom til sjóndar, at 2-0 leiðsla ikki altíð er so løtt at handfara. Í yvirtíðini minkaði Skála um munin, tá ið miðverjin Arnhold Berg við nærra stólpan umsetti frísparksinnlegg til mál.
So var heilt spennandi, og tá ið bara ein minuttir var eftir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, var tað um reppið, at Skála javnaði. Men royndin hjá Obi fór skeivu megin stólpan aftanfyri Geza Turi.
Framtíðin
Skála er í summarsteðginum á niðasta plássi. Tað er einki serligt, men tað kann væl hugsast, at skálamenn fara at megna at lyfta seg tvey pláss upp og harvið fara at sleppa undan niðurflytingini.
Ofta roynist illa hjá teimum tíðliga á árinum, eitt nú tí fleiri spælarar tá hugsa meiri um hondbólt enn um fótbólt.
Sunnudagurin í Sarpugerði vísti, at manningarligu fyritreytirnar eru betri nú, enn tær hava verið fyrr í ár. Jónhard Frederiksberg er komin aftur úr Runavík, og Bogi Gregersen, sum hevur hildið frí frá fótbólti, var við aftur. Hann varð settur inn fyri miðverja, tá ið munurin var vorðin tvey mál. Um teir báðir rættuliga koma fyri seg aftur, og samanspælið við Alexandur Johansen, Obi og Paula G. Hansen og hinar fæst at rigga, so bíða stig og sigrar. Men sjálvandi er fyritreytin hart arbeiði.
Hjá Víkingi er næsta avbjóðingin HB í Gundadali 6. august, tá ið bronsuplássið stendur upp á spæl!
Víkingur-Skála 2-1 (1-0)
1-0: Zoltán Bukzegi 8.
2-0: Andreas Lava Olsen 56.
2-1: Arnhold Berg 90.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi – Kaj Ennigarð, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Áslakur R. Petersen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Erling Jacobsen (Finnur Justinussen, 84.) – Andreas Lava Olsen (Magnus Skoralíð, 78.), Zoltán Bukzegi
Gult kort: Andreas Lava Olsen, Kaj Ennigarð
Skála: Predrag Markovic – Teitur R. Joensen, Vali Miela (Bogi Gregersen, 64.), Arnhold Berg, Bárður Danielsen – Poul N. Poulsen (Atli Kristiansen, 88.), Erland B. Danielsen (Alin Dalutoiu, 75.), Pauli G. Hansen, Alexandur Johansen, Jónhard Frederiksberg – Obele Okeke Onyebuchi
Gult kort: Vali Miela
Mugu finna stríðsviljan
Í Víkinga leguni vóru teir sjálvandi væl nøgdir við, at tað aftur hesa ferð – fyri triðju ferð á rað – eydnaðist at vinna øll stigini. Men tað varð samstundis ásannað, at avrikið hevði ikki verið so sannførandi, sum tað hevði verið ímóti toppliðunum.
- Fyrr í ár hava vit verið rættuliga óstøðugir, og tað hevur kostað stig í fleiri førum. Seinastu ferðirnar hava vit verið ógvuliga savnaðir um uppgávuna, og tað hevur borið sigrar við sær ímóti oddaliðunum. Hesa ferð vóru vit ikki so fokuseraðir, sum vit hava verið, men tað gekk kortini. Lærdómurin má vera, at avrikini mugu vera hundrað prosent hvørja ferð og ikki minst, tá ið vit skulu spæla í Gundadali ímóti HB næstu ferð, verður tað neyðugt, varð niðurstøðan í Víkinga leguni.
Glottar eru at hóma
Skálamenn iðraðu seg um, at tað ikki hevði eydnast at fáa stig burturúr grannauppgerðini. Men hóast Skála eftir fimtan umfør er niðast á støðutalvuni, so hava teir avgjørt ikki slept vónini um, at tað skal bera til at fóta sær soleiðis, at Skála eisini næsta ár verður partur av bestu deildini:
- Samanspælið riggaði hampuliga væl í dag. Vit høvdu bóltin kanska meiri enn mótstøðuliðið, men vit spældu okkum ikki til so nógvar málmøguleikar. Nú eru Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg komnir aftur. Obi er vandamikil, og Alexandur Johansen er eisini fínur framrættaður spælari. Tí eiga vit eftir summarsteðgin at hava fleiri álopsstreingir at spæla uppá, og tað vóna vit fer at vísa seg í úrslitunum, søgdu skálamenn.