Sigursmálið kom ikki

Føroyar vóru leikliga omaná, men úrslitið var 1-1 ímóti Kasakstan

 

Føroyar hava vunnið fyrsta stigið í hesi HM undankappingini. Tað er sjálvandi hugaligt, men kortini kennist tað at vera ikki sørt av einum vónbroti, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Fimm minuttir undan steðginum legði Hallur Hansson við rimmar langskoti Føroyar framum. Talan var um eitt tað besta landsliðsmálið nakrantíð.

 

Føroyar vóru leikliga omaná, og Føroyar spældu seg til fleiri málmøguleikar enn mótstøðumenninir, men tað eydnaðist ikki at skora fleiri mál. Kasakstan javnaði stutt eftir steðgin eftir hornasparksstøðu og innlegg úr vinstru. Føroyska liðið stríddist fyri at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki, hóast áskoðararnir í framúr fótbóltslíkindum stuðlaðu sínum monnum ógvuliga væl og nógv.

 

Hetta var fyrsta stigið, sum Føroyar hava vunnið í tvey ár og fýra mánaðir. Hetta var fyrsta stigið í hesi HM undankappingini, og hetta var fyrsta stigið, sum landsliðið hevur vunnið, síðani Lars Olsen varð landsliðsvenjari.

 

Tað er hugaligari at vinna eitt stig enn einki at vinna. Men í kvøld var tað vónbrot, at tað ikki eydnaðist at skora sigursmálið.

-Eg eri vónbrotin, og eg kenni tað heilt greitt soleiðis, at vit í kvøld hava mist tvey stig, heldur enn at vit hava vunnið eitt stig. Vit spældu væl ímóti teimum á útivølli, og hóast teir ta fer ðina vóru betri, so kundu vit gott havt vunnið í hvussu so er eitt stig. Í kvøld spældu vit í løtum væl, og vit spældu okkum til og skoraðu eitt frágera gott mál. Nú mugu vit fegnast um hetta stigið, hóast vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna. Tað var tætt við,og tað var spell, at tað eitt nú hjá Páll Klettskarð í síðstu løtu var stólpi út og ikki stólpi inn, segði Lars Olsen landsliðsvenjari í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.

 

----

 

LIÐUGT

1-1

 

93) Føroyskt horna í vinstru

90+1) Enn eina ferð er tað eftir innlegg úr vinstru, at Føroyar fáa spenta støðu í rotsteiginum og síðani í málteiginum, men tað endar við, at málverjin fær fatur á bóltinum. Hallur Hansson og síðani Páll Klettskarð vóru tætt við.,

 

3 minuttir lagdir aftrat.

89) Kasakstan er í álopið, men Føroyar spæla langt fram, og tað endar við horna í vinstru.

 

88) Føroyar trýsta, men Kasakstan heldur tørn.

 

 

87) Føroyar hava yvirvág, men spurningurin er, um tað skal sleppast í verjuni og spenna meiri í álopinum.

 

85) Kasakstan spælir bóltin runt á egnari hálvu. Gestirnir tykjast nøgdir við støðuna, sum hon er.

83) Stórt føroyskt trýst endar við horna í høgru!

 

82) Christian R. Mouritsen ger seg kláran at koma á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst, sum tykist vera skaddur.

80) Føroyingarnir eru ágangandi. Eftir framlegging frá Christian Lamhauge Holset var um reppið, at Hallur Hansson varð leysur mitt fyri.

 

77) Jóan Símun Edmundsson hevur góða skotroynd, men málverjin heldur bóltinum.

Súni Olsen og Páll Klettskarð koma á vøllin, og av vøllinum fara Jóan Símun Edmundsson og Daniel Udsen.

Christian Lamhauge Holst er farin í høgru, og Hallur Hansson er fremstur á miðvøllinum, meðan Súni Olsen er undir liðini á Fróða Benjaminsen.

 

 

74)Daniel Udsen leggur fríspark úr høgru, og tað spyrst horna í vinstru burturúr. Daniel Udsen leggur innfyri, men málverjin heldur bóltinum.

Páll Klettskarð ger seg kláran at koma inn.

 

70) Eftir uppspæl í høgru og innlegg roynir Viljormur Davidsen seg, men einki spyrst burturúr.

Bayzhanov er komin inn á miðvøllin í staðin fyri liðformannin Zhumaskaliyev.

Heini Vatnsdal, Súni Olsen og Páll Klettskarð hita framvegis upp.

 

68) Gult kort til Kasakstan fyri fríspark ímóti Jónasi Tór Næs.

 

66) Jóan Símun Edmundsson tiltuskar sær fríspark. Daniel Udsen leggur innfyri úr 24 metrum, men einki spyrst burturúr. Innleggini eru ikki heilt so neyv, sum tað er neyðugt. Føroyar eru grammari nú enn mótstøðumenninir.

 

64) Kasakstan hevur havt vandamikið álop eftir fríspark úr vinstru, men einki spurdist burturúr.

62) Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Pól Jóhannusi Justinussen er støðan sera spent, men tað spyrst einki burturúr.

 

59) Jóan Símun Edmundsson er arkitektur í uppspæli, men tað endar við málsparki. Fleri føroyskir spælarar hita upp.

 

55) 1-1: Finonchenko 55.

Eftir hornasparks kombinatión og innlegg úr høgru var málskjúttin leysur mitt fyri málinum. Gunnar Nielsen hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men sovarð mál!

 

54) Føroysku spælararnir hava fyrstu løtuna víst betri hugburð, men tað er vandamikið, tá ið Kasakstan fer í skjót mótálop, og nú hevur eitt sovorðið borið tvey horna í høgru við sær, uttan at nakað spurdist burturúr.

 

51) Jóan Símun Edmundsson tiltuskar sær fríspark í vinstru, men einki spyrst burturúr innlegginum hjá Daniel Udsen.

 

49) Kasakstan hevur havt vandamikið álop, men eftir innlegg úr høgru, fór bólturin framvið handara stólpanum.

46) Føroyar hava givið bóltin upp.

 

--- 

Tað roðar á luftini í framúr góða heystarveðrinum, og lagið millum áskoðararnar er frágera gott, nú tað verður bíðað eftir, at spælararnir skulu koma aftur á vøllin, eftir at teir hava rindað møðina og lagt ætlanir um, hvussu tað skal farast fram í 2. hálvleiki.

 

Símun Samuelsen er viðmerkjari hjá Tróndi Arge á Rás2. Hann heldur, at tað er eingin orsøk hjá Lars Olsen at skifta fólk nú beinanvegin, men at tað eigur at vera gjørt, tá ið seinna umfarið verður eitt korter gamalt ella har á leið. Tað eru nógvir um boðið, og tað ber við sær, at liðið ikki viknar, hóast tað verður skift út. Heldur styrknar liðið, tá ið teir ómóðir menn koma á vøllin.

1-0 til Føroyar og stórur spenningur!

 

---

45) HÁLVLEIKUR

1-0

Síðstu løtuna bjóðaði Kasakstan av, men tað endaði við skoti, har bólturin fór væl omanfyri tvørtræið. Annars hevur Gunnar Nielsen verið arbeiðsleysur.

Spælararnir eru farnir at hvíla seg, og áskoðararnir fegnast í dýrdarveðrinum um fantastiska málið, sum Hallur Hansson skoraði fýra minuttir undan steðginum.

 

43)Hýrurin er sera góður millum áskoðararnar. Eftir gptt uppspæl og innlegg úr høgru var tað miðvallarin Hallur Hansson, sum úr 23 metrum og eitt sindur úr høgru og við uttaru síðuni á fótinum potaði bóltin upp undir handaru samankomingina. Eitt framúr flott mál!

 

41) 1-0: Hallur Hansson 41.

 

38) Pól Jóhannus Justinussen er lyklaspælari í uppspælinum.

 

36) Kasakstan hevur hug at taka seg aftur í verjustøðu. Tá ið gestirnir fáa bóltin, brúka teir nógva tíð í deyðbóltsstøðum, og samanspælið upp á tvørs og við sendingum aftur eftir er ofta at síggja.

 

34) Eitt føroyskt mál spøkir. Aftur og aftur eru spentar støður í brotsteiginum, og føroysku spælararnir vísa hugflog og sjálvsálit.

 

32) Christian Lamhauge Holst hevur roynt seg úr høgru eftir framlegging. Tað endar við horna í høgru, støðan verður spent, men einki spyrst burturúr.

 

 

0-0

30) Føroyska liðið vísir góðan hugburð. Tað verður taklað sannførandi og við myndugleika.

 

27) Eftir framlegging úr vinstru frá Viljormi Davidsen er Daniel Udsen tætt við. Áskoðararnir hoyrast betri nú, og føroyska liðið er komið longri fram á vøllin, enn tað var fyrsta korterið. Føroyar hava havt hornaspark úr vinstru, men einki spurdist burturúr.

 

25) Kasakstan hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið í høgru. Eftir innleggið fer ein av kasansku spælarunum um koll í brotsteiginum, men dómarin tigur.

 

 

23)Føroyar hava betri tak á spælinum nú. Eitt sindur undarligt tykist tað, at konseptið í so stóran mun er, at Gunnar Nielsen leggur langar sendingar í vónini um, at Pól Jóhannus Justinussen við høvdinum skal leggja bóltin víðari fram.

  

19) Føroyska liðið hevur havt fínan møguleika, men úr góðari støðu stútaði Jóan Símun Edmundsson bóltin skeivu megin nærra stólpanum. Innleggið átti Jónas Tór Næs eftir gott uppspæl í høgru millum Daniel Udsen og Christian Lamhauge Holst.

 

18) Alt gongur framvegis fyri seg í rættuliga moderatari ferð,

 

16) Føroyar hava fyri fyrstu ferð megnað samanspæl á mótstøðuhálvuni. Tað endaði við, at málverjin tók bóltin, eftir at Jónas hevði lagt innfyri.

 

12) Tað er framvegis Kasakstan, sum er meiri á bóltinum, og føroysku spælararnir hava higartil ikki megnað at samanspæla.

 

10) Føroyska liðið liggur aftarlaga á vøllinum. Tað er tætt millum spælararnar og stutt millum keturnar. Føroyingarnir dúva upp á at sleppa í skjót mótálop.

 

7) Enn hevur tað mesta gingið fyri seg millum brotsteigarnar. Kasakstan hevur havt fyrsta flata innleggið, men Rógvi Baldvinsson stýrdi bóltin í vinstru, og so fóru Føroyar í skjótt álop, uttan at nakað spurdist burturúr.

 

4) Hallur Hansson hevur eftir nærdyst ligið á vøllinum, men hann er á fótum aftur.

 

2)  Føroyar tiltuska sær fyrsta hornasparkið í høgru, men einki spyrst burturúr.

1) Kasakstan gevur bóltin upp.

 

Á føroyska liðnum er ein broyting. Daniel Udsen er uttast í høgru í staðin fyri Christian R. Mouritsen, sum spældi í Kasakstan.

 

Føroyska liðið er í hvítum frá issa til solla, meðan gestirnir eru í bláum

 

Fýra broytingar eru á kasakstanska liðnum sammett við, tá ið Kasakstan vann 2-1 á heimavølli ímóti Føroyum 6. september.

 

Um undirtøkan millum áskoðararnar skal nýtast sum barometur fyri áhuganum, so er tað synd at siga, at áhugin er stórur. Á handara langsíðuni er lítið fólk, meðan tað er tættari millum áskoðararnar í plássunum, ið eru í somu síðu sum FSF húsið.

 

Spælararnir hava verið á vøllinum og hita upp. Nú eru teir farnir undir tak aftur, og um eina lítla løtu koma teir á vøllin aftur.

Líkindini eru stak góð at spæla fótbólt í kvøld. Tað er stilli, hitastigini eru ellivu, og tað er so ljóst í veðrinum, sum tað ber til at ynskja sær eitt heystarkvøld í oktober.

 

Føroyar-Kasakstan kl. 18.00

HM undankappingardystur

Dómarakvartett úr Makedonia: Dumitri Muntean, Oleg Molceanov, Citalli Gorbatov og Sergiu Derenov

Á Tórsvølli fríggjadagin 11. oktober 2013 kl. 18.00

Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas þór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - Daniel Udsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Pól Johannus Justinussen - Christian Lamhauge Holst - Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Kristian Joensen, Símun Rógvi Hansen, Christian R. Mouritsen, Rói Danielsen, Erling Jacobsen, Heini Vatnsdal, Súni Olsen, Páll Klettskarð, Klæmint Olsen, Finnur Justinussen

Kasakstan: Sidelnikov – Gurman, Kislitsyn, Engel, Korobkin – Muldarov, Zhumaskaliyev, Shomko – Bogdanov,Finonchenko, Khizhnichenko

Á beinkinum: Mokin, Otarbayev, Akhmetov, Logvinenko, Karpovich, Shabalin, Bayzhanov, Yurin, Schetkin