FC Barcelona vann í gjár sín sætta dyst upp í slag, og fyriuttan tapið í finaluni um stórsteypið, so hevur FC Barcelona ikki tapt síðani 8. desembur 2020.
Liðið gongur fram á stigatalvuni. FC Barcelona vann í kvøld 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 1-0. Lionel Messi kom inn í hálvleikinum og vendi dystinum. Við sigrinum er katalanska stórfelagið aftur á øðrum plássi, men tað er langt fram Atletico Madrid, ið er sjey stig fremst og hevur spælt tveir dystir færri.
Meðan Ronald Koeman er við at fáa tamarhald á liðnum, so stendur illa til fíggjarliga. Felagið skyldar 8,7 milliardir krónur og hevur sambært ítróttarjournalistinum, Guillem Balague, ikki goldið lønirnar fyri desembur 2020.