Sílaverkætlanin heldur fram – og okkum tørvar tína hjálp

– Herfyri skrivaðu Havbúnaðarfelagið og Firum undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina, og aftur í ár kanst tú vinna 10.000 krónur, um tú sendir okkum sílaroðslu.

Soleiðis skrivar Firum, sum síðani 2019 hevur staðið fyri sjósílaverkætlanini, sum Havbúnaðarfelagið hevur fíggjað.

 

Sjósílaverkætlanin hevur tvey endamál. Annað er at kanna, nær og undir hvørjum umstøðum sílasmolt fer úr ánni og á sjógv. Hetta verður gjørt í Eiðisá í Norðragøtu, har sílini verða pitmerkt fyri at kunna skráseta, nær tey fara um ein antennu niðast í ánni.

 

Hitt endamálið er at kanna støðuna hjá vaksnu sílunum í sjónum. Umframt at Firum fangar 50 síl árliga við gørnum, hava sílafiskarar síðani 2019 sent sílaroðslu og upplýsingar um fiskaðu sílini inn til Firum í serligum brævbjálvum, sum Firum hevur ment. Roðslan verður løgd undir sjóneyku og kannað, og upplýsingarnar um sílini annars verða skrásettar. Soleiðis verður samlaða støðan hjá hvørjum einasta síli staðfest.

 

Hetta samstarvið millum granskarar og borgarar verður kallað citizen science ella borgaravísindi og hevur sera stóran týdning. Tí heita vit í Firum á sílafiskarar og borgarar sum heild um at hjálpa okkum aftur í ár.

 

– Send okkum roðsluroyndir og uppmátingar og ver við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur, skrivar Firum.

 

Freistin at lata Firum brævbjálvan er 30. november 2025. Drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvarnar fríggjadagin hin 12. desember 2025.

 

Brævbjálvarnir eru at fáa í hesum støðum:

 

  • Magn, Trongisvágur 
  • Niclasen, Sørvágur 
  • Hjá Rólant, Sandur 
  • Jógvan Weihe, Tórshavn 
  • Effo, Kollafjørður 
  • Effo, Skálafjørður
  • Stanley, Norðskáli
  • Berglon, Klaksvík
  • Berglon, Runavík

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Kirstin Eliasen, Firum.