Silberbauer játtar seg sekan

Eftir mikla umtalu og tr_st játtar 23 ára gamli FCK-leikarin Michael Silberbauer nú, at hann koyrdi rúsdrekkaávirka_ur og var_ tikin á løgreglustø_ina í Tórshavn mikukvøldi_ í seinastu viku. Lei_slan í FC Keypmannahavn vil ikki gera stórvegis vi_merkingar

Í t_sdagssosialinum og á portalinum mánadagin bórust tí_indini fyri fyrstu fer_ um 23 ára gamla Michael Silberbauer og hansara møguligu rúsdrekkakoyring í Havnini mikukvøldi_, sum enda_i vi_, at hann var_ tikin á stø_ina, har lækni tók bló_roynd av manninum.
Eftir nógva umtalu í Danmark hevur Silberbauer nú játta_ seg sekan yvirfyri tí_indamanni á danska dagbla_num BT. Silberbauer grei_ir frá, at hann var_ tikin á løgreglustø_ina at geva bló_, og at hann fór av stø_ini í Havn aftur skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
- Men eg havi framvegis mítt koyrikort, og ta_ plagar ein ikki at fáa aftur, um man er rúsdrekkaførari, sigur Silberbauer vi_ BT og vísir tí_indamanninum koyrikorti_. Men hetta er ikki rætt. Løgreglan uppl_sir nevniliga, at skuldsettir rúsdrekkaførarar var_veita vanliga koyrikorti_, til úrsliti_ av bló_royndini fyriliggur, og ta_ tekur umlei_ tvær vikur.
- Eg geri ikki fleiri vi_merkingar, fyrrenn eg veit, hvat nú hendir, sigur 23 ára gamla FCK-leyvan.

Fáor_a_ FCK-lei_sla
Longri uppi í FCK-hierarkinum er heldur ikki stórur áhugi at gera vi_merkingar til máli_ og møguligar avlei_ingar fyri Silberbauer. Ítróttarstjórin í FC Keypmannahavn, Niels Christian Holmstrøm, sigur vi_ BT, at Silberbauer hevur greitt teimum frá tilbur_inum, hóast sami ítróttarstjóri so seint sum í gjár seg_i, at Silberbauer bert var_ ste_ga_ur, uttan at hann var_ tikin.
- Ta_ er rætt, at ein bló_roynd var_ tikin av Silberbauer í Tórshavn mikukvøldi_, og anna_ havi eg ikki at siga, grei_ir Holmstrøm frá. Spurdur, hví hann so í gjár seg_i, at Silberbauer stó_ royndina og var_ ikki tikin, gerst Holmstrøm ótolin.
- Nú skal tú ikki byrja at venda og snara tí, eg havi sagt. Silberbauer hevur drukki_ tvær øl, blást í eina ballón og tiki_ eina bló_roynd, promillan hevur veri_ umlei_ 0,5, og longri er tann søgan ikki, sigur Niels Christian Holmstrøm.
Ítróttastjórin sigur, at ta_ er í ordan at drekka tvær øl, men ta_ er ikki í ordan at seta seg handan ró_ri_ og fara út um lógarinnar karmar. Men Holmstrøm vil einki siga um avlei_ingar fyri Silberbauer.
- Tit kunnu koma aftur um 2-3 vikur, tá úrsliti_ av bló_royndini kemur, sigur Niels Christian Holmstrøm at enda.

Fakta:
Michael Silberbauer er skuldsettur eftir føroyskari lóg, sum er naka_ strangari samanbori_ vi_ donsku lógina.

Umframt eina bót fær Silberbauer antin treyta_an ella treytaleysan dóm at missa koyrikorti_.

Treyta_ur dómur (promilla omanfyri 0,5): Koyrikorti_ ver_ur var_veitt treyta_ av, at førarin næstu tr_ árini ikki br_tur nakra fer_slulóg. Umframt hetta skal førarin standa koyriroynd innanfyri tríggjar mána_ir.

Treytaleysur dómur (promilla omanfyri 0,8): Førarin missir koyrikorti_ í minsta lagi seks mána_ir, hóast tí_arskei_i_ kann vera væl longri, alt eftir hvat lógarbrot er framt. Sí_ani skal n_tt koyrikort takast bæ_i teoretiskt og praktiskt.