Sílið svam nógv skjótast

5-mannafør dreingir 14 – 16 ár: Í dag var fjarstøðan aftur til Heyk meiri enn ein bátslongd

Tað er sundalagsstevna í Hvalvík, og tað eru av fagrastu líkindum at rógva kapp. Spenningur var um, hvussu tað fór at roynast hjá hvalvíkingum og hósvíkingum. Heykur og Báran vóru við í kappingini um heiðursmerki, men tað eydnaðist ikki at vinna.

 

Sílið hjá Havnar Róðrarfelag vann greiðan sigur. Harvið er Sílið favorittur í FM kappingini. Sílið hevur 20 stig, og Báran hevur 17 stig.

 

Tað vóru tað mesta av tveimum bátslongdum frá Sílinum og aftur til Heyk, sum var skutin undan Báruni.

 

-

 

1Sílið (HR)05:31.42
2Heykur (HVR)05:36.24
3Báran (HSR)05:37.09
4Geytin (Tindur)05:39.16
5Ingibjørg (HR)05:55.36
6Ternan (NSÍ)06:14.01

 

stavnur.fo