Tað er jóansøka á Tvøroyri og kappróður á Trongisvágsfirði.
Sum altíð so vóru fyrstu kappingarnar í barnaróðrinum.
Á tveimum teimum fyrstu stevnunum var tað Sílið í Havn, sum var greiður vinnari, og soleiðis var tað eisini í dag.
Sílið hjá Havnar Róðrarfelag var á málinum smá trý sekund undan næsta bátinum. Nummar tvey var Kollur úr Kollafirði, sum eisini tvær tær undanfarnu ferðirnar var næstfyrst á mál.
Í dag var Spógvin úr Kappróðrarfelagnum NSÍ nummar trý. Hetta vóru fimm tey fyrstu stigini, sum Spógvin hevur vunnið í ár. Spógvin var eitt sekund frammanfyri Falk úr Hósvík, sum hevur verið drúgvur undanfarnu ferðirnar.
##med2##
##med3##