Sílið verður ikki tikið

5-mannafør gentur 17-18 ár: Tað vóru fimm sekund aftur til Koll úr Kollafirði

Nú tað eru tvær kappingar eftir, er Sílið hjá Havnar Róðrarfelag fimm stig undan fremsta avbjóðaranum í kappingini millum gentur 17-18 ára gamlar.

 

Sílið hevur vunnið allar fimm róðrarnar, og í dag var aftur talan um sannførandi sigur, táið tað varð kappast á vestanstevnu í Miðvági, har líkindi framvegis eru av teimum bestu.

 

Í startinum var Kollur undir liðini á Sílinum, men tað var skjótt, at drekastevnið var væl og virðiliga undan, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða.

 

Um talan ikki var um kapping um fremsta plássið, so var tað als eingin kapping um næstfremsta plássið, tí Kollur var tað mesta av níggju sekundum undan Teklu úr Klaksvík.

 

1 Sílið (HR)05:13.21+00.007 
2 Kollur (KÍF)05:18.39+05.366 
3 Tekla (KRF)05:27.35+14.285 
4 Spógvin (NSÍ)05:34.19+20.964 
5 Kellingin (ERF)05:37.39+24.363 
6 Æðan (AR)05:39.01+25.602
1 Sílið (HR)535 
2 Kollur (KÍF)530 
3 Tekla (KRF)525 
4 Kellingin (ERF)518 
5 Spógvin (NSÍ)514 
6 Títlingur (HR)39 
7 Æðan (AR)35

 

 

 

rsf.fo