Landsliðsmálverjin, Silja A. Müller kann nevna seg íslandsmeistara 2025.
Lið hennara, Valur vann eisini triðu meistaraskapsfinaluna móti Haukum. Mánakvøldið vann Valur á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík 30-25 á Haukum.
Gongdin í dystinum var hendan: 2:2, 5:3, 6:6, 7:8, 10:10, 14:11, 16:14, 20:18, 23:20, 26:21, 30:25.
Kappingarneytin hjá Silju, íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir stórspældi enn eina ferð í málinum, og hon hevði ikki færri enn 21 bjargingar í dystinum. Silja slapp tó at verja málið hjá Vali móti dystarenda.
Silja hevur saman við liðfeløgunum hetta kappingarárið upplivað at vunnið bæði meistaraheitið, steypakappingina og European Cup. Tað roysnið hevur einki íslendskt hondbóltslið hjá kvinnum framt áður.