Eitt nostalgiskt savn av gomlum fotomyndum, sum listakvinnan Silja Strøm hevur teknað á og klipt úr, verður millum annað at síggja í Mentamálaráðnum í næstum
Hósdagin letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum við rættiliga sermerktum myndum hjá ungu vestmannagentuni Silju Strøm.
Fotolitografisk prent, tekningar, collage eins og smáir málningar verða at síggja á framsýningini.
Eisini verður eitt nostalgisk savn av gomlum fotomyndum og síðum úr gomlum bókum, sum Silja hevur teknað og málað á og klipt burturúr, at síggja.
Verkini snúgva seg um at varðveita júst neyðugu eyðkennini, so ein kann kenna tey aftur. Ósamanhangandi og sundurlimað brot fáa ein at hugsa um kúgaðar ella goymdar kenslur og ynski.
Á sín egna hátt viðgera myndirnar hjá Silju Strøm milllum annað tíð og bókmentir, spøkilsi úr ókendari tíð ganga aftur ella hava kanska ikki verið enn, eins og komandi og farandi likamslutir og støð, sum tey hómast á pappíri millum máling og linolju.
Silja Strøm gongur í løtuni á Glasgow School of Art í Skotlandi, har hon nemur sær BA (hons) í myndlist (painting and printmaking)
Framsýningin, ið hevur heitið ?We may sink and settle on the waves? letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 16. apríl.
Fernisering verður frá kl. 15.00-17.00, har cellotónleikur við Kristinu á Váli verður at hoyra