Silja Strøm greiddi frá at hetta var ein gevandi og øðrvísi uppgáva.
Í ár er 17. ferð at Dugni letur kærleikskúla gera, og siðvenja er at fyrsta kúlan verður latin onkrum sum hevur gjørt eitt serligt arbeiði, fyri at lætta um hjá teimum sum hava tað trupult. Tað er stýrið hjá Dugna sum ger av hvør skal hava fyrstu kærleikskúluna. Í ár bleiv hetta gjørt í samráð við starvsfólkini hjá Dugna, tí tey hava serliga gott innlit í tað at vera á arbeiðsmarknaðinum við skerdum førleika.
Fyrsta kærleikskúlan verður í ár latin Føroya Keypsamtøku. Dugni hevur samstarva væl við Keypsamtøkuna, sum eitt nú hevur tikið fólk sum skerdum arbeiðsførleika í starvsvenjing. Í grundgevingini fyri at lata Keypsamtøkuni heiðurin bleiv sagt, at skulu arbeiðsførleikar mennast er neyðugt at samstarva við privata vinnulívið.
Jan Djurholm stjóri greiddi frá, at hjá Keypsamtøkuni, er púra náttúrligt at hava sosialt atlit, og hetta áttu allar fyritøkur at havt. Keypsamtøkan hevur stóra gleði av starvsfeløgunum, sum hava skerdar arbeiðsførleikar, og stuttligt er at síggja hvussu hesi við tíðini byggja seg sjálvi upp, og gerast ein náttúrligur partur av starvsfólkahópinum.
Leon Hansen endaði tiltakið við at spæla nøkur løg.
##med2##
##med3##












