Fløgan, sum Siloakórið í dag kemur á marknaðin við, má sigast at vera ein rættilig fuglfjarðafløga, tí millum orð- og lagsmiðir teljast fleiri fuglfirðingar.
Victor Danielsen og Ismar Joensen eiga fleira av tekstunum og brøðurnir, Jógvan og Eyðun á Lakjuni, eru lagsmiðir til fleiri av sangunum. Martin Simonsen, sum eisini er fuglfirðingur, hevur gjørt eitt av løgunum.
Síðani 1988, hevur sangkórið í Siloa í Fuglafirði verið virkið uttan steðg. Tað er Eyðun á Lakjuni, ið stjórnar kórinum, sum telur um 30 sangarar.
Flestu teirra eru úr Fuglafirði, men verður kórið eisini stuðlað úr øðrum bygdum í Eysturoynni. Kórið syngur fyri tað mesta á møtum, men seinnu árini hava tey eisini havt konsertir.
Útgevararinir siga, at tankin um at geva fløgu út er sprottin so við og við. Fyrst var ætlanin bert at syngja nakrar sangir til útvarpið. Við tí fyri eyga, kom Pauli Magnussen, tøkningur í Útvarpi Føroya, í 1999 til Fuglafjarðar at gera hesar upptøkur.
Sum tíðin er liðin og lurtað hevur verið eftir upptøkunum, er ynski um at geva hetta út komið aftur og aftur.
- Tað er okkum ein stór gleði at geva hesar sangir út á fløgu. Hóast vit vita, at hetta ikki er lýtaleyst, er vón okkara, at sangirnir verða til gleði og signing fyri mong, sigur Eyðun á Lakjuni, kórleiðari.
Orgulfylgispælið eigur Martin Simonsen, klaverfylgispælið Jógvan og Eyðun á Lakjuni. Solistur er Edna Jacobsen. Forsíðumyndina hevur Øssur Mohr málað.
Heitið á fløguni, ?Nú ljósur er mín vegur?, er úr sálminum, ?Í deyðaskuggans landi?, sum Victor Danielsen yrkti.
Fløgan, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið, kostar kr. 159.