Í kvøld fer Siloakórið úr Fuglafirði saman við orkestri at hava konsert í Løkshøll í Runavík.
Hetta er tíðin, tá ið flestu kór fara í summarfrí, og soleiðis er eisini við Siloakórinum. Tað er meira ella minni vorðið ein siðvenja at enda árið við eini konsert, og hesaferð verður hon altso hildin í Løkshøll.
Sangárið hjá kórinum byrjaði við væl eydnaðari danmarkarferð í september mánaði, og kórið hevði eisini konsert í Siloa undan jólum. Annars verður mest sungið til møtir í samkomuni heima í Fuglafirði.
Í kórinum eru umleið 30 sangarar, og orkestrið telur seks - Jóhannus Simonsen á klaver, David Simonsen á bass, Benjamin Simonsen á guitar, Kári Vitalis á trummur, Jákup Heinesen á orgul og Gunnrið á Lakjuni á cello. Sangúrvalið til konsertina hesaferð er fyri tað mesta nokk so bleytur gospelkórtónleikur, men eisini okkurt a cappella lag er við. Nógv er útlenskt, men eisini nøkur føroysk løg verða at hoyra. Saman við kórinum fara vit eisini at hoyra sangarar úr kórinum syngja solo. Solistarnir eru Durita Mohr Jakobsen, Elsebeth Lassaberg, Gunnrið á Lakjuni, Nikolina Midjord og Jógvan á Lakjuni. Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Konsertin verður klokkan 20 í Løkshøll.