Eitt fast inventar á Summarfestivalinum er Silvaland. Hetta er ein samling av nógvum ymiskum hoppiborgum, klatriveggi, tarvi og øðrum. Um man hevur atgongumerki, so er Silvalandi ókeypis allan festivalin.
Nógv børn og nøkur foreldur vóru fyrr í kvøld í Silvalandi og royndu tey ymsu tilboðini. Undirritaði fekk ikki latið vera við at hugsa um, hvussu stuttligt ein sjálvur hevði havt tað, um man var 15 til 20 ár yngri.
Her eru nakrar myndir frá fyrr í dag, tá børn hugnaðu sær.