Spælistaðið í Tórsgøtu er á tremur við við tónleiki hesa vikuna. Her er sum tað plagdi at eita í Kringvarpinum, bæði nýtt og gott gamalt, tær ungu Bára og Marianna og teir gomlu úr MC-Hár.
Longu í gjár var Open Mic við Sissal og Gø, sum serligum gestum. og fram til leygarkvøld eru sostatt konsertir hvørt kvøld, har vit uppliva blues, popp og rapprokk. Fleiri av nøvnunum umboða sprettandi nýggja tónleikaumhvørvið, Men leygarkvøldið er talan um einki minnið enn eitt tónlistarligt silvurbrúðleyp.
Bára við bólki
Bára Silvansdóttir er ein lovandi og spennandi songkvinna, ið er farin at gera um seg. Bára letur saman við bólki sínum nýggja fløgu úr hondum í hesum døgum, og hevur í hesum sambandi útgávukonsert í Reinsarínum hóskvøldið 18. februar.
Bluesette við poppi og west coast
Hóskvøldið kunnu vit uppliva nýggja bólkin Bluesette. Marianna Nagata hevur síðan ungan aldur gjørt vart við seg sum songkvinna, nú hevur hon saman við eitt nú tónlistarliga undurbarninum Ragnari Finsson stovnað bólkin Bluesette, sum spælir funky og groovy tónleik eitt nú blues, popp og westcoast. Hetta er heimagjørdur tónleikur, kryddaður við onkrum tøkulagi. Hetta kvøldið hitar Ari Danielsen upp.
Í silvurbrúðleyp hjá MC-Hár
Í ein hálvan mansaldur hevur MC-Hár argað, prikað og rokkað føroyska tónleikapallin. Hetta er um nakað ein havnarbólkur, ið hevur roynt tað mesta, ið er at royna í føroyskum tónleiki. Nú fyllir bólkurin 25 ár, og heldur dagin, ella skuldu vit sagt silvurbrúðleypi í Reinsarínum. Her verður kýnt fyri sansunum, og nógvir gestatónleikarar koma á gátt.