Silvurið kom til høldar

Hondbóltur, kvinnur: Við greiða sigrinum á Tjaldri leygardagin, tryggjaðu neistakvinnurnar sær silvurmerkini eina viku áðrenn kappingarárslok

Neistin-Tjaldur 32-15 (14-10)


Tá inniverandi kappingarár var hálvrunnið, tóktist tað alt annað enn sannlíkt, at besta kvinnuliðið hjá Neistanum skudli fara avstað við silvurmerkjunum, tá avtornaði. Ja, allarhelst mundu tað vera sera fá, sum tá væntaðu, at talan fór at gerast um heiðursmerki av nøkrum slag, men sum seinna helvt av kappingini hevur lagað seg, er hetta nú vorðið veruleiki.

Tað hevur nevnliga lagað seg soleiðis, at meðan neistakvinnurnar hava fingið sera góða úrtøku síðani jólasteðgin, hava kappingarneytarnir mist fleiri stig á vegnum, og sostatt væntaði Neistanum bert tvey stig fyri at røkka silvurmerkjunum undan teimum báðum seinastu dystunum.

Hin fyrri av hesum var leygardagin móti Tjaldrinum, sum enn einki stig hevur fingið hetta kappingarárið, og lítið var tí at ivast í, at havnargenturin nú skuldu tryggja sær silvurið.


Vóru kvikari

Fyrsta hálva tíman var tó ikki so nógv, sum bendi á, at munurin millum liðini bæði var somikið stórur, sum stigatalvan sigur frá.

Verður sæð burtur frá teimum báðu fyrstu minuttunum, so hevði heimaliðið munin alla tíðina, men hinvegin høvdu gestirnir úr Runavík sera gott tak á teimum. Einasti munurin var so at siga, at Neistagenturnar vóru nógv kvikari í álopsroyndum sínum, har serliga Katrin á Neystabø var skjót fram, soleiðis at hon fleiri ferðir gjørdist púra leys við málverjanum hjá Tjaldrinum.


Orka ikki nóg væl

Tað hevur tó fleiri ferðir víst seg í ár, at tjaldurskvinnurnar ikki hava neyðugu orkuna til at spæla ein heilan dyst, og hetta kom eisini greitt til sjóndar leygardagin.

Seinna hálva tíman var talan nevnliga um einvegist ferðslu meginpartin av tíðini, og eftir at Neistin beinanvegin hevði økt um munin, tóktust tær á vitjandi liðnum fullkonmuliga at hava mist mótið. Ta einu løtuna, miðskeiðis í hálvleikinum fekk Neistin sostatt átta mál á rað, uttan at gestirnir megnaðu at svara aftur.

Talan gjørdist sostatt at enda um ein trivaligan sigur, og eftir dystin kundu neistagenturnar sostatt fegnast um ognarrættin til silvurmerkini.


Óvæntað silvurmerki

Sum omanfyrinevnt, so var tað fyri einum trimum mánaðum síðani alt annað enn væntandi, at tað skuldi eydnast neistakvinnunum at ogna sær hesi heiðursmerki, men við einum sera góðum stríðsvilja hava tær megnað at vent gongdini.

Nevndi stríðsviljin hevur saman við eini sterkari verju verið hornasteinurin undir positivu gongdini, men tað skal heldur ikki gloymast, at liðið í byrjanini av kappingarárinum hevði nógvar skaðar at dragast við.

So hvørt, sum fleiri av skaddu leikarunum komu fyri seg aftur, umframt at Ileana Manolescu eisini kom við í hópin, gjørdust úrslitini tó betri, og stútt og støðugt hava tær arbeitt seg upp eftir stigatalvuni.

Komandi vikuskiftið skulu neistakvinnurnar til Vestmanna, har seinasti dystur hetta kappingarárið stendur á skránni. VÍF er samstundis einasta liðið, sum tað ikki hevur eydnast neistakvinnunum at skalað í landskappingini, men um hetta eisini fer at eydnast teimum skulu vit ikki gita um í hesum umfarinum.

Eins og Neistin hevur Tjaldur ein dyst eftir, men útlitini fyri einum líkinda úrsliti í hesum dysti eru alt annað enn góð. Tá skulu tjaldurskvinnurnar nevnliga til Klaksvíkar, har Stjørnan á heimavølli ætlar sær at enda kappingarárið við manér. Ein dystur, sum uttan iva verður stuttligur fyri áskoðararnar, men neyvan fyri leikararnar hjá Tjaldri.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Katrin á Neystabø 10, Inga Danberg 5, Ileana Manolescu 4 (1), Mildrið Jacobsen 4, Susan Brockie 3, Gunnleyg Berg 3, Marjun Jógvansdóttir 2, Birita Wardum 1

Tjaldur: Beinta Jacobsen 3 (1), Sonja Gleðisheygg 3, Sunrid Gleðisheygg 3, Mona Langgaard 2, Hansa Mikkelsen 1, Heidi Jacobsen 1, Oddvá Fossdalsá 1, Kristine Ellingsgaard 1

Brotskøst:

Neistin 4, Tjaldur 3

Útvísingar:

Neistin 1, Tjaldur 1

Dómarar úr Kyndli:

Bjarni Wardum og Rúni Mohr