Fyrsti dysturin í 23. umfari verður í Sarpugerði í kvøld. Fyrsta bríkslið verður klokkan 17.30, og setningurin er greiður hjá báðum pørtum:
07 Vestur er á niðurflytingarplássi, og tá ið sannlíkið er stórt fyri, at fleiri av teimum, sum vágamenn kappast við, fara at vinna stig, ræður um at fáa í hvussu so er eitt stig við sær úr Gøtu.
Hagtølini siga, at tað ikki er ómøguligt. Víkingur og 07 Vestur hava fyrr í ár dystast bæði í Sarpugerði og í Sørvági, og báðu ferðirnar var úrslitið 1-1.
Tað kemur væl við hjá 07 Vestur, at miðverjin Tehé Aristidé verður við aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti B71.
Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir.
Eftir vónbrotið í Gundadali sunnudagin, helt venjarin, Jógvan Martin Olsen, at nú kundi hann næstan ynskja B36 tillukku við sigrinum.
Øll vón er ikki heilt burtur um at vinna FM, men í fyrstu atløgu snýr tað seg um at halda tørn um silvurplássið.
Finnur Justinussen er suveranur toppskjútti við seytjan málum. Onkra ferðina hevur hann ikki verið so neyvur, sum hann oftast plagar at vera. Hóast hann skoraði eitt mál í Gundadali, so misnýtti hann fleiri møguleikar. Tí skuldi tað ikki undrað, um hann í kvøld rættuliga verður hóttan ímóti málinum 07 Vestur.