Føroyska manslandsliðið í flogbólti fekk ein góðan enda á hesa Silvurligu-kappingina.
Í sætta og seinasta dystinum í hesari kappingini eydnaðist tað á Føroyum at vinna 3-1 á Georgia.
Georgia-Føroyar 1-3 (18-25, 25-21, 22-25, 18-25).
Føroyar endaðu triðaftast við fimm stigum. Ísland endaði aftanfyri Føroyar við trimum stigum, og Georgia endaði aftast við einum stigi. Føroyar vunnu í fyrsta umfarinum 3-2 á Íslandi á Digranesi.
Føroyar megnaðu eisini at vinna eitt sett móti bæði Aserbadjan og Eysturríki. Samlaði settmunurin hjá Føroyum fyri teir seks dystirnar er 8-15.
Svøríki endaði ovast við 18 stigum, og Ungarn endaði næstovast við 15 stigum. Luksemborg hevði eina flotta kapping, og endaði á 15 stigum, men teir eru verri innanhýsis móti Ungarn. Eysturríki endaði á níggju stigum, og Aserbadjan endaði á seks stigum.
Samlað eitt ógvuliga heiðurligt úrslit hjá føroyska manslandsliðnum í Silvurliguni hesaferð.