Fender er ein stór amerikansk fyritøka, sum framleiðir musikkinstrument sum t.d gittarar og forsterkarar.
Simme A. Jacobsen sigur, at hann er sera fegin um hendan heiður, og hann tekur tað sum eitt veruligt heraklapp. Hann hevur fingið prísin fyri at hava gjørt vart við seg í branchuni.
Simme hevur handlað við ljóðførum síðan 1959. Fyrstu árini fekk hann Fender instrumentini beinleiðis úr USA. Nú er høvuðssætið hjá Fender í Skandinavia í Gøteborg í Svøríki. Tað eru teir, sum hava innstillað Simma til at fáa Fender heiðursprísin.
Simme Musikkhús og "Bjarnastein Guitars" v. Petur M. Bjarnastein í Saltangará, sum framleiður tann kenda Bjarnastein-gittarin, arbeiða í løtuni við eini samanlegging av fyritøkunum við høvuðssæti í N. Finsensgøtu 7 í Havn.