Hondbóltur
Avrikini hjá VB hava sveiggjað nógv í ár. Men rakar liðið toppin, so kunnu tær væl bjóða teimum fremstu av. Tann veruleikan hava kvinnurnar úr Vági prógvað áður, og tað gjørdu tær aftur sunnudagin, tá tær vitjaðu í Klaksvík.
Stjørnan vildi fyri sín part hevna ósigurin í Vági fyrr í heyst, og tað eydnaðist sum so eisini. Men tað var tó við vit og slit, kortini.
Fyri steðgin stóðu gestirnir nevnliga einki aftan fyri meistararnar. Í Daivu Toumaite hava tær kanska besta spælaran í landinum, men ofta hevur tó knípt við breiddini á liðnum. Hesa ferð vóru tó bæði Christina Holm og Gurið Mortensen við hjá VB, og tað gjørdi góðan mun.
Skrædnaði eftir steðgin
Fyri steðgin hevði VB nevnliga heilt stutt tjóður í Stjørnuni. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men beint, sum seinni hálvleikur byrjaði, sluppu vertirnir tó avstað. Fimm mál á rað var meira, enn VB kundi svara aftur. Og tó at tær eina løtu megnaðu at stríða seg heilt nær, so var hendan løtan helst avgerandi fyri dystin.
Soleiði skundi Stjørnan fegnast um, at tær staðfestu oddasessin í deildini, har Neistin tó enn hevur ein dyst tilgóðar. Men meira enn hetta, so prógvaði dysturin, at VB væl kann bíta frá sær, tó at avrikini hava sveiggjað nógv higartil. Og megna ungu spælararnir á liðnum hartil at búnast við somu ferð, sum tær gjørdu tað í fjør, so kann væl vera, at meira enn bara einstøk góð úrslit fara at spyrjast burtur úr kappingarárinum.
Fakta um dystin
Stjørnan-VB 27-23 (10-10)
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 16(3), Bára Skaale Klakstein 3, Joan Midjord Djordjevic 2, Durita Christophersen 2, Anna Kristina Samson 2, Lise Hjort Hansen 1(1), Una Olsen 1
VB: Daiva Toumaite 14(3), Monika Samuelsen 2, Laila Jespersen 2, Gurið Mortensen 2, Sára Samuelsen 1, Svava Vestergaard 1, Christina Holm 1
Brotskøst: Stjørnan 4, VB 4
Útvísingar: Stjørnan 5, VB 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen