Símun úr Konoy við nýggjari fløgu

Boogie Woogie Søsyg: Føroyski útisetin Simon von Konoy hevur júst givið út eina fløgu, ið ber heitið ”Boogie Woogie Søsyg”.

Tólv sangir eru á skivuni, og sum vant er úrvalið sera fjølbroytt. Tittullagið ”Boogie Woogie Søsyg” t.d. er um eittvæl snarað sprund, sum ein góðan summardag fer valsand ioman eftir Vaglinum í einum óvanliga trongum kowboybuksum. Sum vera mann vekir hettar stóran ans millum manna.

 

Sangurin ”En rigtig dejlig mand” er um eini hjún, har konan er tónleikari og syngur og spælir um næturnar, ímeðan maðurin ansar húsunum. Hon svevur um dagin - hann ruddar, vaskar og dustsýgur við meira.

 

Ein veruligur tvætlisangur er eisini við á fløguni. Heitið á honum er "Stinkadore Singapore”. Hesin minnir ikki sørtum landapláguna ”Fiskafrikadello”, sum Simon sang í duettsaman við Jacob Haugaard á sinni. Sangurin er um ein sjómann, sum fyri mongum árum síðani var til gudstænastu í donsku Sjómannskirkjuni í Singapore. Í somu løtu presturin hevði sagt ”Latum okkum øll biðja”, frataði onkur ein dyggan ein, og nógv rumbul stóðst av hesum.

 

Ymist annað finst á plátuni, millum annað sangurin um kynsvillingin, ið hevur sítt at dragast við.

 

Í Føroyum er fløgan til sølu í fløguhandlinum Tutl í Tórshavn.