Írska sangkvinnan hvarv sunnudagin, men er í kvøld funnin í øllum góðum.
Sinéad O'Connor vitjaði vinfólk í Chicago, tá hon sunnudagin hvarv. Hon fór ein túr á súkklu, men kom ikki aftur.
Hon hevur lýst horvin, og leitað hevur verið eftir henni. Ikki er ókent, at hon hevur havt trupult sinni, og ikki altíð hevur verið í javnvág. Hon hevur á facebook hótt við at gera av við seg, og tað ger ikki støðuna betri, at hon er í rættarsøk um foreldramyndugleikan til børn síni.
Tað síðsta nýggja er, at skemtarin Arsenio Hall hevur stevnt hana eftir endurgjaldi, eftir at hon legði hann undir at veita Prince rúsevni. Prince doyði herfyri, og verður hetta enn kannað nærri.
Men fyri stuttum komu boðini um, at O'Connor í kvøld er komin aftur í aftur í øllum góðum.