Sinnisbati á Hafnia

Leygardagin tann 5. mai hevur felagið Sinnisbati aðalfund á Hotel Hafnia. Tvær sjúkrasystrar fara tá eisini at nýta høvi til at halda nakrar fyrilestrar. Fundurin er almennur, og øll eru vælkomin á fund, eisini tey ið ikki eru limir

 

Tað eru sjúkrasystrarnar Johanna Andreassen og Oddbjørg Johannesen, sum fara at hava fyrilestrar um ein nógv umrøddan og gagnligan viðgerðarhátt, nevndur ?kognitiv terapi?.


Felagið økt munandi

Felagið Sinnisbati er økt munandi síðani síðsta ár.

Sjálvi halda tey, at tann størsta orsøkin óivað er, at fjølmiðlar teirra hava víst teimum psykisk sjúku stóran ans. Í november í fjør, varð ein pallborðsfundur útvarpaður beinleiðis yvir Rás2, og tað hevur heilt víst eisini gjørt sín part í, at fólk eru byrjaði at lata eyguni upp fyri felagnum og givið teimum gætur.

Sinnisbati hevði eina fyrilestrar viku í læraraskúlanum. Tað savnaði nógv fólk, og er klárt eisini ein stór orsøk til at áhugin fyri felagnum er øktur so nógv.

Felagið er sera takksamt fyri fyrilestrarnir ið vóru hildnir tá, tí teir vóru sera áhugaverdir og komu nógvum menniskjum til góðar.