Sir Alex illur við Rooney

Bretar fagnaðust, tá myndir í gjár sýndu Wayne Rooney royna seg við einum vøkrum saksasparki undir ensku venjingunum í Týsklandi. Tað gongur framvegis rætta vegin við skaðanum, og nú hann eisini kann sparka til ein bólt, tykist øll tjóðin bíða í spenningini eftir seinastu skanningini, sum verður í morgin.
Venjarin hjá Rooney, Sir Alex Ferguson, var tó ikki blíður.
 Tað líkist ongum, at spælarin bara tveir dagar undir skanningini roynir seg við slíkum kynstrum, sigur Sir Alex, sum fyrst og fremst vil tryggja sær, at Rooney er komin heilt fyri seg, áðrenn hann tørnar út fyri Ongland.