Tíðindaskriv frá Almanna- og mentamálaráðnum
Í sambandi við flaggdagshaldið á listasavninum Kjarvalsstaðir í Reykjavík, har landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, bar fram røðu fyri føroyingum og øðrum í Íslandi, nýtti landsstýriskvinnan eisini høvið á túrinum at hitta tjóðsavnsvørðin, Hørpu Þórsdóttir.
Landsstýriskvinnan bleiv víst runt á íslendska tjóðsavninum og greitt varð frá framsýningini, og hvussu skipanin í Íslandi virkar á savnsøkinum.
Seinni sama dag hitti landsstýriskvinnan sína íslendsku starvssystur, Lilju Alfredsdóttir, og nýttu tær báðar høvið at tosa um mál av felags áhuga innan eitt nú miðlar, film, mál og list.