Umframt eina fullsetta skrá bjóðar leygardagurin á G! uppá felagssang og føroyskan mat
Tað siga fyrireikararnir av G! Festivalinum:
– Aftur í ár bjóðar leygardagurin á Gøtusandi upp á føroysk matupplivilsi, og hesaferð fáa allir gestir møguleikan at royna makrel frá P/F Varðanum, sum verður grillaður í samstarvi við Gist og Vist samtakið. Tiltakið er kl. 17.00.
Ein av stóru løtunum á festivalinum er stóra sangløtum, sum Finnur Koba hesaferð fer at skipa fyri, meðan karaokebókurin Konfekt spælir undir. Við sær hevur Finnur eina stjørnurøð av sangarum: Eivør Pálsdóttir, Niclas Heri Jákupsson, Annika Hoydal, Martin Joensen og Alex Bærendsen.
Beint áðrenn midnatt trína diskodrotningarnar Sister Sledge endiliga á pall, meðan restin av degnum eisini er á tremur við spennandi føroyskum og útlendskum nøvnum.
Dánjál á Neystabø hevur útgávukonsert við nýggju fløguni ‘Time’, Símun úr Konoy og Gras spæla á Sandinum, rock’n’roll damurnar Baby In Vain rokka á Spæliplássinum, og ein tann mest vælumtókti føroyski bólkurin, Byrta, endar konsertirnar á Sandinum.
Ballið heldur sjálvandi á fram í Grundini, sum er á tremur við feitum diskarum, siga fyrireikararnir.
Undir »myndatema« ber til at síggja fleiri myndir, sum myndamaður okkara, Sigmar Mørkøre, hevur tikið.