Sita eftir við ongum

Tey, sum eiga lívið í livravirkinum á Eiði, fáa onki, nú nú landsstýrið er farið at lata virðisløn til tey, sum taka livur til virki

 
 
 
Mismunur
 
- Tað vísir seg sum um at vit eiga ongan góðan. Tá ið aðrir fáa virðisløn, fáa vit onki. Tá ið aðrir verða skerdir 2% verða vit skerdir 20%.
Mikkjal Hammer, skipari á Steintór í Hvalba er vónsvikin av teirri viðferð, sum lemmatrolararnir fáa frá landsins myndugleikum.
Hann vísir á, at tá ið fiskidagaskipanin varð ásett, vóru fiskidagarnir skerdir 2%. Men hjáveiðikvotan hjá lemmatrolarunum á innaru leiðunum varð skerd heili 20%.
Og nú hevur landsstýrið eisini lýst við, at teir bátar, sum taka livur til livravirkið á Eiði, skulu fáa eyka fiskidagar.
Men tað er bara galdandi fyri tey skip, sum eru í fiskidagaskipanini.
Tað eru lemmatrolararnir ikki og sostatt fáa teir heldur ongan ágóða av hesum.
Hetta kann tykjast sum ein stór andsøgn, tí tað eru nettupp lemmatrolararnir, sum hava tikið mest livur.
­Og skiparin á Steintór dylir heldur ikki fyri, at teir eru vónbrotnir av hesum.
- Tað eru lemmatrolararnir, sum avreiða nógv mest av livrini, sum virkið á Eiði fær og tí eru vit vónbrotnir av at vit slett ikki koma upp í part, nú landsstýrið býtir virðislønir út til tey skip, sum taka livur, sigur Mikkjal Hammer.
Hann vil kortini ikki siga, hvussu hann heldur, at lemmatrolararnir skulu fáa ein ágóða fyri at taka livur.
- Tað er eitt útspæl, sum eigur at koma úr Fiskimálaráðnum heldur hann.
Hann sigur, at tað vísir seg sum um at lemmatrolararnir ongan góðan eiga, tí hesi seinastu tiltøkini hjá landsstýrinum vísa, at teir skulu rakast nógv harðari enn aðrir skipabólkar.
 
Eiga lívið í virkinum
Egil Olsen á livravirkinum á Eiði kann ikki annað enn staðfesta, at tað eru lemmatrolararnir, sum at kalla eiga lívið í livravirkinum.
- Eini 75-80% av teirri livur vit taka ímóti, fáa vit frá lemmatrolarunum. Samstundis hava summr av teimum sett partapening í virkið, so eg skilji væl, at teir eru ónøgdir, sigur hann.
Tí heldur hann at tað var ikki annað enn natúrligt, at teir eisini fingið onkran ágóða, nú landsstýrið kortini letur teimum viðurkenning, sum taka livur. 
- Vit eru ómetaliga takksom fyri tann stuðul, sum vit fáa frá lemmatrolarunum, tí teir eru ein týðandi partur av grundarlagnum undir virkinumm, sigur hann.
Egil Olsen sigur, at fyri tað, um lemmatrolararnir ikki eru í fiskidagaskipanini, kundu teir fingið nakrar fiskidagar á innaru leiðum, ella landsstýrið kundi egnt teir við eini eyka hjáveiðikvotu.
Hann sigur at garnabátarnir eru í somu støðu. Teir taka livur, men eru ikki í fiskidagaskipanini og fáa tískil heldur onga viðurkenning fyri tað.
 
Bar ikki til
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fegnast um, at lemmatrolararnir eru so raskir at taka livur. Og tá ið spurningurin var til viðgerðar um at lata virðisløn til tey skip, sum taka livur, varð eisini nógv tosað um lemmatrolararnar.
- Men av tí, at teir vóru uttanfyri fiskidagaskipanini, bar ikki til at fáa teir upp í skipanina, sum gevur virðisløn til teir, sum taka livur.
Hann sigur, kortini hann hugsaði nógv um lemmatrolararnar, tá ið skipanin við eykadøgum til teir, sum taka livur, varð til viðgerðar.
- Men úrslitið bleiv so, sum tað bleiv.
Er tað ikki órættvíst, at teir, sum taka nógv mest livur, ikki eisini fáa onkra viðurkenning fyri tað.
- Hetta er fyrst og fremst ein skipan fyri tey, sum eru í fiskidagaskipanini og tí ber ikki til at geva lemmatrolarum somu sømdir. At geva teimum eyka kvotu, er ikki so lætt, tí bæði Fiskifrøðingar og Fiskidaganevndin mæla til at teir skulu missa alla hjáveiðikvotuna á innaru leiðum. Tað vildi landsstýrið kortini ikki, men skerdi hana eitt sindur.
Hann sigur kortini, at arbeitt verður framvegis við ætlanini at fáa lemmatrolararnar undir fiskidagaskipanina. Koma teir tað, kunnu teir koma upp í part til at fáa virðisløn fyri at taka livur.
Tí varð gjørt av at gera skipanina, sum hon er í fyrstu syftu og so fáa vit at síggja, hvussu gongst at fáa lemmatrolararnar upp í  fiskidagaskipanina