Eigarin av lítla glastrevjabátinum var týðiliga merktur av hendingunum í Skopunarfirði, tá hann í gjár vitnaði í sjórættinum. Óhappið kostaði vinmanninum og fiskimakkaranum lívið, tá Mykines sigldi á teir báðar hósnáttina í farnu viku.
Hann greiddi frá, at teir høvdu sett eina kalvalínu úr Trøllhøvda og móti Klovningi í Vágum. Teir løgdu síðani leiðina móti Gomlurætt gjøgnum Kolturssund. Sum teir nærkaðust Kolturssundi samdust teir um, at við tað, at tað var so myrkt og teir ikki sóu, hvussu sjógvurin var, var betri at leggja leiðina suður gjøgnum Skopunarfjørð og so tvørtur um eystan fyri Hest, hóast tað var longri túrurin.
- Men tað, sum skuldi vera okkara góða ætlan, førdi kortini bara ólukku við sær, segði hann í rættinum.
Komnir inn í Skopunarfjørð síggja teir fyrst fýrin á Hælinum á Hesti og ljósini frá Skopunarbygd og so tvey stór ljós, sum teir seinni skiltu vóru frá Mykinesi.
- Vit sóu hann koma á radaran hjá okkum, líka til bakborð, men vit vistu ikki, hvat skip talan var um. Vit samdust um, at vit skuldu halda í stýriborð, móti Sandslandinum, og so fara aftur um skipið og síðani tvørtur um yvir á Gomlurætt.
Teir vóru tá báðir staddir inni í stýrhúsinum.
- Skipið man hava verið nærri enn vit hildu, tí brádliga rópar hann, “Slepp tær út, vit verða ásigldir.” Eg sat nærri hurðini og leyp út, men tá var sjógvurin longu á veg inn. Eg haldi, at báturin er koppaður beinan vegin. Eg kom upp uttan fyri bátin og fekk tikið hondina í eitt lensihol á síðuni á bátinum. Hann lá nú við kjølinum upp eftir. Eg royndi at rópa eftir vinmanninum, men fekk einki svar, greiddi 67 ára gamli maðurin frá.
Báturin byrjaði spakuliga at søkka og tá kom stevnið undan. Maðurin fekk tá klatrað upp á stevnið og helt fast í gelendari. Hann veit ikki, hvussu leingi hann sat har.
- Eg rópti alt eg kundi um hjálp, og teir munnu hava hoyrt meg, tí tá settu teir ljóskastaran á meg. Bakur var tá eisini komin undir liðina á mær og teir róptu til mín, at hjálpin var á veg, greiddi hann frá.
67 ára gamli maðurin hevur alt gott at bera bæði manningini umborð á bjargingarbátinum og umborð á Brimli.
- Teir tóku sær væl av mær, og gjørdu tað teir kundu fyri at bjarga okkum. Ein teirra í bjargingarbátinum leyp í Skopunarfjørð á miðjari nátt fyri at festa í bátin. Á bjargingarbátinum fekk eg beinanvegin eitt teppi at balla meg í, so eg ikki skuldi gerast og kaldur og á Brimli fekk eg beinanvegin kaffi og suppu fyri at gerast heitur aftur, greiðir maðurin frá.