Fyrireikingarnar til landsdystin ímóti Eysturríki seinnapartin hava verið darvaðar av sjúku í føroysku leguni.
Landsliðslæknin, Kaj Kallsberg, hevur havt nógv at gera, tí tríggir spælarar hava ligið sjúkur undir dýnuni. Teir eru Bárður Olsen, Jóhan Troest Davidsen og Símun Samuelsen.
Símun er framvegis so mikið sjúkur, at hann er ikki førur fyri at spæla. Tí er hann hvørki á vøllinum ella á beinkinum. Bárður Olsen er á beinkinum, og hóast Jóhan Troest Davidsen var sjúkur í gjár, so er hann nú so mikið frægur, at tað verður mett ráðiligt at hava hann á vinstra vongverja.
Rógvi Jacobsen er ikki í hópinum í dag. Tað verður roknað við, at hann verður í ferðalagnum, tá ið landsliðið mánamorgunin fer at landinum.