Útlit eru nú fyri, at málið um sjúkraflutningin í Vágum verður loyst við, at ein avtala verður gjørd millum Almanna- og Heilsmálaráðið og Vága Bjargingarfelag um hesa tænastuna.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, sigur, at hann fer at biða løgtingið játta 350.000,- krónur seinna halvár í ár til at røkja sjúkraflutningin úr Vágum fyri.
Ætlan landsstýrismansins er at gera eina skipan, har eitt ávíst tal av portørum verða settir í starv í Vágum til at røkja sjúkraflutningin burturav, sigur Hans Pauli Strøm. Vága Bjargingarfelag skal so umsita hesa skipanina, sigur hann. Skipanin fer væntandi at kosta einar 700.000,- krónur árliga.-
Hans Pauli Strøm sigur, at hann nú fer at heita á Landssjúkrahúsið um at taka upp samráðingar við Vága Bjargingarfelag um endaligu avtaluna. Tá verða smálutir avtalaðir. Har í millum eisini, hvussu nógv fólk talan verður um.
Málið hevur í samband við fíggjarlógarviðgerðina verið hjá Trivnaðarnevndini vil viðgerðar, og hon hevur viðmælt at seta helvtina av kostnaðinum av í ár. Út frá tí skilst so, at skipanin fer at halda fram, og at kostnaðurn verður mettur til tær 700.000,- krónurnar, landsstýrismaðurin hevur nevnt.
Vága Bjargingarfelag hevur á sjálvbodnum grundarlagi í áravís røkt sjúkraflutningin úr Vágum. men nú ynsktu teir, sum hava røkt hesa tænastuna, at fáa eina fasta skipan, har teir millum annað eisini fingu løn fyri ta tíðina, teir vóru bundnir av sínum vaktum. Eftir gomlu skipanini fingu teir bert løn, meðan teir fysiskt vóru í bilinum. Ikki meðan teir annars vóru bundnir við telefonina.