Stóra menningin í tøkni ger, at alsamt fleiri viðgerðartilboð eru til fólk. Tað viðførir samstundis, at Føroyum tørvar fleiri læknar og heilsustarvsfólk.
Bill Justinussen hevur sett ein arbeiðsbólk við tí endamáli at fáa samskipað virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa nøktandi heilsutænastur á so nógvum økjum sum møguligt.
Ætlanin er, hetta arbeiðið skal enda við, at latið verður landsstýrismanninum eitt álit einaferð í heyst, sum hevur uppskot til, hvussu heilsuverkið kann endurskipast.
Arbeitt verður eisini við at minka bíðilistarnar, serliga til tær løttu skurðviðgerðirnar. Í tí sambandi er framvegis ætlanin at føra neyv hagtøl yvir bíðilistar til tær ymisku viðgerðirnar. Upplýsingarnar skulu vera almenn fyri øll.
Landsstýrismaðurin hevur eisini sett sær fyri at minka um útreiðslurnar til viðgerð uttanlands. Í 2002 vóru 1480 sjúklingar sendir uttanlands til viðgerðar. Nú verður kannað, um tey trý sjúkrahúsini kunnu gera nakrar av hesum viðgerðum í Føroyum.
Samstundis er farið undir eitt miðvíst arbeiði at fáa greiði á, um tann tænasta, sum sjúkrahúsini keypa, og tann viðgerð, sum verður veitt á útlendskum sjúkrahúsum, kann verða skipað øðrvísi, so tað gagnar sjúklinginum best.