HEILSUTRYGD: Ístaðin fer TAKS at innkrevja gjald til nýggju almennu heilsutrygdarskipanina, sum kallast Heilsutrygd. Gjaldið verður eins fyri øll – 245 krónur um mánaðin, galdandi frá januar 2010. Børn undir 18 ár gjalda einki.
Eftir ætlan verður fyrsta gjaldið kravt inn síðst í februar, tí tað tekur tíð at fyrireika nýggju innkrevjingarskipanina. Síðani verður heilsutrygdargjaldið kravt inn mánaðarliga. Heilsumálaráðið fer at kunna nærri um hetta í næstum.
Um ársskiftið dettur lógarkravda skyldan at vera limur í einum av teimum gomlu sjúkrakassunum burtur.
- Tí skulu fólk ikki longur gjalda til hesar sjúkrakassar, sigur Heilsumálaráðið, sum eisini mælir til at strika møguligar sjálvvirkandi flytingar til sjúkrakassarnar skjótast til ber.
- Heilsutrygd er nýggj almenn heilsutrygdarskipan, ið tann 1. januar 2010 kemur fyri gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Endamálið við nýskipanini er at tryggja øllum eina samhaldsfasta almenna heilsutrygd, har allir borgarar verða javnsettir viðvíkjandi inngjaldi og tænastum, sigur Heilsumálaráðið.