Sjúkrarøktaretiska ráðið

TÍÐINDASKRIV.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar setti sjúkrarøktaretiskt ráð á stovn 1992, og síðani 1993 hava etiskar leiðreglur verið orðaðar. Samfelagsligar broytingar hava við sær, at neyðugt er at dagføra leiðreglurnar javnan.

Sjúkrarøktarfrøðingar hava sín egna yrkisetikk, etiskar leiðreglur, sum siga, hvussu teir eiga at útinna sjúkrarøkt. Tær lýsa neyvt, at grundarlagið undir sjúkrarøktini skal vera respektin fyri lívinum hjá hvørjum einstøkum menniskja og respektin fyri tignini, sum er í menniskjanum.

Í okkara dagliga arbeiði røkka vit mangan ov stutt, halda vit sjálvi. Tað kann vera vegna ov fá starvsfólk og/ella, at krøvini til produktión og effektivitet eru í miðdepli. Tað kann vera soleiðis statt á arbeiðsplássinum, at respekt, miskunnsemi og grundleggjandi mannarættindi hava trong kor.

Orðaðar etiskar leiðreglur hava tó einki virði, um tær ikki verða viðgjørdar í praksis. Hvør einstakur sjúkrarøktarfrøðingur má vera tilvitaður um sína makt, hugsa sjálvur og sjálvur leggja sína meining í orðini og reglurnar. Sjúkrarøktarfrøðingurin má eisini vera kritiskur mótvegis reglustýring og kvalitetstryggingarskipanum, sum hava lyndi til at gera okkum blind og forða okkum í at síggja, veruliga síggja, hvat sjúklingur, avvarðandi, starvsfelagi, lesandi sigur, sum vit hava frammanfyri okkum.

Arbeiðsplássið má geva rúm fyri góðum kjaki, so at hvør einstakur kann gerast tilvitaður um egnu holdningar, sum skulu vera fyridømi, sum javnan hála í okkum. Hvør einstakur má tó sjálvur ansa eftir og menna sína fatan av etisku leiðreglunum, men góð leiðsla, sum myndar góða mentan á arbeiðsplássinum, kann síggja til, at rúmið, umstøðurnar at arbeiða í, gera tað lættari fyri sjúkrarøktarfrøðingin at nýta sítt ansni og gera væl.

Sjúkrarøktaretiska ráðið hevur ikki fingið fyrispurningar ella mál at viðgera seinastu drúgvu tíðina. Ynski er, at framtíðin verður ein onnur. Neyðugt er at fáa praktisku dømini fram í ljósið, so tey kunnu viðgerast; tað fer at hava vit sær, at vit øll gerast klókari um etisk viðurskifti og etiskar loysnir.

Sum ein liður í at røkka málinum, at leiðreglurnar skulu gerast ein náttúrligur partur í dagliga fakliga kjakinum, hevur Sjúkrarøktaretiska ráðið gjørt uppskot til dagførdar etiskar leiðreglur. Hesar leiðreglur skulu nú leggjast fyri limirnar í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar til støðutakan á komandi aðalfundinum í 2008.