Í Føroya Sjúkrarøktarafelag fegnast tey um, at Barnatænastan er nevnd í samgonguskjalinum, men tey harmast um raðfestingina Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fegnast um, at samgongan ætlar styrkja Barnatænastuna fyri betur at kunna røkja øktar uppgávur sambært nýggju lógini um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung.
Men felagið harmast sera nógv um, at mangulin av sjúkrarøktarfrøðingum ikki er nevdur og raðfestur í skjalinum. Hesir setningar eru tó at finna:
? Styrkjast skal undir starvsfólkaorkuna á heilsuverkinum
? Sjúklingar skulu hava betur tænastu
? Heilsutænasturnar skulu styrkjast
í samgonguskjalinum stendur eisini, at betri rættindi og tænastur skulu veitast eldri og at styrkjast skal um starvsfólkaorkuna og trivnaðin í eldrarøktini.
Allar hesar visiónir standa í anstøðu til tann vaksandi tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum, sigur felagið og spyr, hvussu kann tænastan gerast betur, tá talið á tí best útbúnað røktarstarvsbólkinum alsamt fækkast.
-Mangulin av sjúkrarøktarfrøðingum kemur serliga til sjóndar í frítíðar tíðarskeiðunum Hetta kundu vit m.a lesa um í fjølmiðlunum, serliga síðstu jól, var støðan ikki tespulig á landsins stórsta sjúkrahúsi, skrivar felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum millum annað á heimasíðu síni.