Sjúkrarøktarstjórin er nú settur

Frá 1. apríl at rokna verður Marin Vang, sjúkrasystyr, sett sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum.

Eirikur Lindenskov


Marin Vang tók prógv sum sjúkrasystir í 1969. Hon tók víðariútbúgving til deildarsjúkrasystir og sjúkrasystralærara á Danmarks Sygeplejerskehøjskole í 1978 og framhaldsútbúgving innan leiðslu í sjúkrarøkt á Danmarks Sygeplejerskehøjskole í 1998. Umframt hetta hevur hon tikið lut á fleiri eftirútbúgvingum og skeiðum innan sjúkrarøkt, pedagogikk, leðislu og fyrisiting.

Hon hevur havt leiðandi størv innan fleiri sjúkrahús í Danmark. Eitt skifti var hon fyristøðukvinna á Sjúkrasystraskúla Føroya.

Nú Marin Vang tekur við starvinum sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum, kemur hon út einum starvi sum varafyristøðukvinna á Diakonissestiftelsen Ældrecenter á Frederiksberg.