B6
Forkvinnan í Sjúkrasystrafelag Føroya, Jana Dalsgaard, sigur, at málið á B6 er eitt mál millum sjúkrasystrarnar og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, men hon hevur kortini nakrar viðmerkingar.
Tað eru serliga seinastu úttalilsini frá sjúkrahúsleiðsluni, sum hava fingið forkvinnuna at loysa fyri posabandinum.
-Eg haldi tað vera heilt óhoyrt, at leiðslan nýtir talið av sjúklingum sum orsøk fyri ikki at gera nakað við starvsfólkatrupulleikan. Tað taka als ikki tað við, hvussu sjúklingarnir eru til at hava við at gera, sigur Jana Dalsgaard.
Hon heldur, at støðan er sera óheppin, og hon vísir staðiliga á, at sjúkrasystrarnar veruliga eru komnar í eina tronga støðu, tá ið tær hava tikið hetta stigið.
Jana sigur, at tað heilt einfalt ikki eru sjúkrasystrar til at søkja størvini á B6, um tað kemur so langt.
Seinastu orðini frá sjúkrahúsleiðsluni siga okkum so mikið, at teir í seinasta lagi 7. desember fara at søkja eftir fólki, um eingin loysn verður funnin.
-Fara teir at søkja eftir fólki 7. desember, so blokera vit arbeiðið, soleiðis at okkara limir ikki sleppa at søkja, sigur Jana Dalsgaard.
Tá Sjúkrasystrafelagið tekur hetta stigið, fer hetta at merkja, at tað mestir heilt einfalt ikki fer at bera til hjá leiðsluni at manna deildina.