Tað var í november 2012, at tveir svanaungar komu til Selatraðar. Báðir vóru ringmerktir. Tað sást, at annar var nakað skaddur. Stutt eftir var annar svanurin burtur. Tann skaddi varð verandi eftir. Í dag sæst lítið til nakað brek.
At byrja við helt svanurin til niðri við sjóvarmálan, men tað var rættiliga skjótt, so flutti hann í túnið hjá Jangrími Poulsen at búgva. Har hevur hann funnið lívd og óivað eisini ein góðan breyðbita av og á.
Eg havi hoyrt so nógv um hendan svan, so eg var forvitin at síggja, hvussu teir báðir húsast.
76 ára gamli Jangrím er sum sagt urguleikari í kirkjuni á Selatrað. Stuttligt er at síggja teir báðar móti middegi sunnumorgnar fara av húsinum. Svanurin flýgur aftan á bilinum, syngjandi sín sermerkta sang. Meðan Jangrím spælir undir hjá kirkjufólkinum, bíðar hann trúfastur framman fyri bilinum hjá húsbóndanum. Viðhvørt bíðar hann í sjónum beint niðan fyri kirkjuna.
Eg spyrji Jangrím, hvat svanurin ger, tá hann fer av bygdini?
– Jú, nú ein dagin, eg fór út á Strendur at venja við sangkórinum, fleyg hann aftan á bilinum. Tá eg kom út móti Morskranesi, steðgaði eg á. Svanurin vendi og settist síðani. Hvar hann hevur bíðað, veit eg ikki. Men morgunin eftir var hann í túninum.
– Tá eg eri burtur úr bygdini, plagar hann ofta at fara í fjøruna at svimja ella bíðar hann onkunstaðni í bønum.
Onkur heldur seg hoyra á sanginum hjá svaninum, at hann er sorgarbundin, tá Jangrím er burturstaddur.
Jangrím fortelur eisini, at hann javnan verður vaktur á morgni, tá svanurin pikkar upp á vindeygað.
Hesa løtuna, meðan Jangrím og eg tosaðu saman, stóð svanurin tætt at Jangrími og tað sá eitt sindur stuttligt út, tí tað var týðuligt, at hann sum eitthvørt annað kelidjór vil verða kíndur og hevur alsk til Jangrím. Kom eg teimum báðum nærri enn hálvanannan metur, so vardi svanurin sítt territorium. Fremmand skulu helst ikki koma ov nær.
Svanurin er nú vaksin, so spennandi verður at fylgja við, um hann verður verandi, ella hann fer at leita sær ferðalag við øðrum svanum.
Eg biði Jangrími farvæl, ynski teimum báðum alt gott og lati myndirnar tala fyri seg.
----
Frá Skógrøkt Landsins
havi eg fingið upplýst, at hetta vóru ungar undan pari, sum í 2012 hevði reiður á hólminum í uppdemda hylinum í Djúpagili í Hoyvík. Ungarnir, tríggir í tali, vórðu út á heystið sleptir í Saksun. Haðani eru teir so farnir á Mjáuvøtn í Kollfjarðardali. Svanaungarnir komu fyri bil á kollfjarðarvegnum. Ein doyði og hinir báðir fóru víðari til Selatraðar, har annar av teimum hevur hildið til síðan.
-----
Fakta
Sangsvanur (frøðiheiti - Cygnus cygnus; da. Sangsvane), oftast nevndur bara svanur, er sera prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men, stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir. Hann eigur á Íslandi og øðrum kuldalondum. Í gomlum føroyskum kvæði er hann nevndur okn, og summir halda at Oknadalur í Vágum hevur navnið av tí, at svanir hava átt har, men tað er lítið trúligt, at teir kunna hava búð her suðuri. Í seinnu árunum hava menn fleiri ferðir havt sangsvanir á vøtnum og tjørnum, og roynt at fingið teir at yngla; teir verða spakir fyri fólki og halda seg í sama stað alt árið, men ikki hava teir vorpið.
Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands. Har gera teir sær reiður av sevi og mosa, digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til endan verður tað ein stór túgva. Teir eru so ráðaríkir og harðsintir, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið, og heldur ikki er greitt hjá øðrum fuglum at vera teimum í nánd. Men makarnir halda væl saman og eru sera umhugsnir fyri ungunum, lata teir ikki úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári.
Meðan bøgan vermir, situr steggin uttanum og syngur. Og svanasongur er tiltikin; helst á stillum stjørnuglógvandi góðveðurskvøldum sigst tað at vera hugtakandi at lurta eftir songi hansara. Um heystið síggja vit teir aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum, sum tá eru bleikmorlittir. Tá kunna teir stundum steðga nakrar dagar á vøtnum og firðum.
Tað hevur ikki verið vanligt at svanur eigur í Føroyum, men í 2008 kom eitt svanapar á vatninum á Eiði út við tveimum ungum, og í 2009 fingu tey 7 ungar síðst í mai mánaði.
Kelda: Wikipedia