Tað verða fleiri og fleiri sum fara uppí tað kórið sum mæla til at tað nýggja vaktarskipið verður bygt í Føroyum, hóast tað kanska verður eitt sindur dýrari enn at bygga tað í Noregi.
Hetta er ført fram av røðarapallinum í tinginum.
Hetta er ført fram í lesarabrøvum í bløðunum.
Og í Sosialinum í farnu viku førdi Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, tað eisini fram.
Hann helt m.a. at eitt slíkt arbeiði hevði givið føroyskum skipasmíði eina ómataliga stóra servitan.
Og nú leggur eisini Havnar Handverkarafelag upp í kjakið.
Á aðalfundinum í felagnum mikukvøldið mælti formaðurin í felagnum, Eyðfinn Petersen, eisini til at skipið verður bygt í Føroyum.
Í formansfrágreiðingini nam hann m.a. við føroyskt skipasmið.
Og í tí sambandi nevndi hann, at hann helt tað vera skeivt at avreiða eitt so stórt arbeiði, sum eitt nýtt vaktarskip er, av landinum.
Senda 90 milliónir av landinum
Eyðfinn Petersen segði, at hann hevði ilt við at skilja, hvussu landsstýrið kundi koma til ta niðurstøðu, at tað er ein góð forrætning hjá føroyska samfelgnum at avreiða eitt arbeiði uppá 90 milliónir av landinum.
? Kennir nakar talið 90 milliónir aftur? spurdi hann.
? Tað er umleið sama upphædd, sum handverkarar, bara úr Suðuroy, ið arbeiða uttanlands, einsamallir føra heim av útlendskum gjaldoyra um árið.
? Hetta er eisini áleið sama upphædd, sum Tórshavnar Býráð hevur í lønarútreiðslum um árið.
Eyðfinn Petersen sigur, at flyta vit øll arbeiði okkara av landinum, er hetta tað sama sum at flyta alla vitan av landinum.
? Hetta er eisini galdandi fyri tað nýggja vaktarskipið.
?Flyta vit arbeiðið av landinum, flyta vit vitanina, sum vit ogna okkum við slíkari bygging, av landinum.
?Og júst servitan er eitt tað mest týdningarmikla tilfeingið ein tjóð hevur.
? Tí hugsa vit okkum eina støðu, har tað er ov lítið av arbeiði, er tað júst servitanin sum ger at vit kunnu átaka okkum ymsar uppgávur, t.d. leiðarauppgávur- sum vanliga eisini hava betri løn við sær
? Tað er hesa leiðina, føroyskt handverk eigur at ganga.
? Tí annars noyðast vit at taka kappingina um lønarlagið upp við triðja heimin og tað ber ikki til, tí tað er dýrt at búgva í Føroyum.
Hann spurdi eisini, um tað var frælslyntur vinnupolitikkur at flyta vitan av landinum.
? Eg dugi ikki at síggja annað endamál við hesum, enn, at tað er eitt miðvíst endamál at lækka vitanarstøðið í Føroyum.
? Tí tað er ein royndur lutur, at minni upplýst fólkið er, minni eru krøvini, sigur Eyðfinn Petersen.
Hann heldur, at, skuldi eitt slíkt arbeiði sum tað nýggja vaktarskipið er, kravt, at vit máttu innflyta útlendska arbeiðsmegi, er tað betri enn at útflyta arbeiði.
? Tí eisini tann útlendska arbeiðsmegin, sum kemur til Føroyar leggur okkurt eftir seg, ikki bara fíggjarliga, men hon hevur eisini vitan við sær, sum vit kunnu fáa gagn av.
Hann heldur eisini, at eitt so stórt arbeiði, kundi eggja til eitt ógvuliga fruktagott samstarv ímillum ein hóp av føroyskum virkjum, tí ongin byggir eitt skip sum hetta, uttan nógvar undirleverandørar.
? Formaðurin í Havnar Handverkarafelag heldur hinvegin, at tað er skeivt at fara undir ov nógvar ymsar íløgur ísenn.
? Landið er lítið. Fíggjarliga orkan er avmarkað og samfelagið kann ongantíð átaka sær stór arbeiðið, sum eru alt ov stuttfreistað. ? Tí er tað rættast at toyggja íløgurnar yvir eitt longri áramál so at vit sleppa undan at hava ov nógv arbeiði viðhvørt og ov lítið viðhvørt.
Annars ivast hann í niðurstøðuni hjá búskaparfrøðingunum, sum eru komnir til tað úrslit, at tað loysir seg betri at byggja vaktarskipið uttanlands.
? Hvørja niðurstøðu, búskaparfrøðingar koma til, veldst alt um, hvørjar fortreytir teir hava og, hvørjar upplýsingar teir hava at ganga út frá.
? Og tað kundi verið, at úrslitið hevði verið øðrvísi um teir fingu aðrar fortreytir og aðrar upplýsingar at arbeiða útfrá, sigur Eyðfinn Petersen.