- Sjálvandi kunnu vit vinna

Steypakappingin: Venjarin hjá TB/FCS/Royn vísir á, at teir hava prógvað tað fyrr.

TB/FCS/Royn skal í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið spæla ímóti B36. Tað gjørdist greitt eftir lutakastið, sum var í kvøld. Í hinari hálvfinaluni eru tað HB og AB, sum hittast.


Les eisini: Hesi hittast í hálvfinalunum


Venjarin hjá TB/FCS/Royn, Glenn Ståhl, sigur um lutakastið, at teir vóru fyrireikaðir upp á at møta einum sterkum liði.


- Um tú ert komin til hálvfinaluna, so eru tað bara góð lið eftir. Øll fýra liðini eru eisini í sera góðum formi, sigur svenski venjarin hjá suðringum og heldur fram:


- So tað kundi næstan gera tað sama hvørjum vit komu at møta. Tað einasta, ið er øðrvísi, er mátin vit koma at spæla uppá. B36 er eitt gott lið, og teir imponeraðu meg tá ið vit spældu ímóti teimum, men vit mugu bara vera tilreiðar við einari góðari dystarætlan, sum vónandi kann bera okkum til steypafinaluna, sigur Glenn.


Les eisini: Tað røkist fyri havnafinalu


TB/FCS/Royn hevur longu varpað bæði Víking og KÍ úr steypakappingini. Sjálvsálitið er tískil í lagi, men nú má TB/FCS/Royn prógva seg yvir tveir dystir í hálvfinalunum. Venjarin hjá teimum er tryggur við, at hetta eisini skal fara at lata seg gera.


- Vit spældu á útivølli ímóti Víkingi tvær ferðir upp á 11 dagar og fingu eina javnleik og ein sigur. Sjálvandi kunnu vit vinna. Tað verður trupult, men tað er møguligt, sigur Glenn Ståhl, sum eisini hevur hug at koppa tað á høvdið:


- Eg eri eisini vísur í, at B36 sær tað sum eina trupla uppágvu at koma á vitjan hjá okkum, sigur hann.


Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 30. mai, meðan tær seinnu verða spældar 10. juni. Steypafinalan verður spæld 26. august.