Sjálvandi lækkar skatturin

Tað er øgiligt, sum minnilutin í býráðnum nú leikar í um skattalætta. Hvør skal siga, nú rópa vit hart og leingi at vissa okkum heiðurin fyri komandi skattalættan.
Tí sjálvandi lækkar skatturin. Tað hevur allatíð verið ætlanin, so eingin orsøk er at rópa nakran upp.
Eg havi givið borgarunum í Tórshavnar kommunu eitt lyfti, og eg haldi míni lyfti.
Býráðið hækkaði skattin við eini klokkuklárari ætlan – at inntøkan skuldi fíggja byggingina av einum nýggjum og alneyðugum røktarheimi. Í heyst verður heimið liðugt bygt, og tá er heimið goldið við rubb og stubb.
Og so lækkar skatturin sjálvandi aftur.
Eingin ivi er um, at borgarin hetta tíðarskeiðið hevur tikið eitt megnar tak, men nú skulu serliga lægru lønarbólkarnir fáa luft aftur. Soleiðis skapa vit vælferð.