Alt hetta prátið um, at marknaðarkreftirnar skulu ráða ber illa til at taka í álvara. Norrøna fær frammanundan munandi studning úr landskassanum gjøgnum FAS. Í løtuni fær reiðaríið 30% av hýruútreiðslunum endurgoldnar frá tí almenna.
Fyrr í ár samtykti tingið at hækka hetta tal upp í 35%, ella við 17 prosentum. Teir sum framdu hesa hækking var táverandi samgonga. T.v.s. teir somu tingmenn, sum nú vildu lata lagnuna hjá Norrønu vera upp til marknaðarkreftinar. Her er talan um greiðan dupulrmoral.
Við FAS er talan um ein varandi studning. Hetta kann saktans vera skilagott, um tað kortini vísir seg, at samfelagið fær vinning burtur úr hesi “studningsvinnu.”
Men nú var alt á gosi vegna eina avmarkaða upphædd, sum kann forða fyri at ein vinna fer fyri bakka, og sum kann varðveita ein hóp av arbeiðsplássum.
Royndirnar av “serfrøðingum”.
Tað var nógv gjørt burturúr, at flestu “serfrøðingar” vóru ímóti bjargingini av Norrønu. Royndirnar vísa tó, at tað kemst nógv longur við at nýta vit og skil enn at lata seg diktera av hesum sokallaðu serfrøðingum.
Fyri nøkrum árum síðani var uppskot um eina tíðaravmarkaða FAS-líknandi skipan fyri at bjarga restina av rækjuflotanum. Tá var sami goragangur frá “serfrøðini” ímóti hesum uppskoti. Tað var enntá “serfrøði”, sum segði hetta uppskot vera í stríð við stýrisskipanarlógina, og sum hótti við, at vit fóru at fáa altjóða handilsfelagsskapin WTO á kroppin, um uppskotið varð samtykt.
Tíbetur setti ein meiriluti í tinginum hesa “serfrøði” til viks, og harvið fekst váttað, hvussu lítið hald var í henni.
Tað eydnaðist eisini at varðveita so frægt av rækjuflotanum, at hann enn gevur eitt fitt íkast til okkara samfelag. Nógv meira enn studningurin var.
Tað kann saktans vera skilagott við studningi, um hann verður latin við skili.
Jan Højgaard vildi slakta arbeiðspláss hjá egnum limum
Tað mest margháttliga í hesum máli er kortini, at eitt av teimum fakfeløgum, sum fóru í hernað móti hesi ætlan at bjarga arbeiðsplássum hjá Smyril Line, var Føroya Fiskimannafelag, sum umboðar nógv teirra.
At hetta er heilt tilætlað verður váttað av Jan Højgaard í Sosialinum. Hann hevur beinleiðis viljað havt størsta arbeiðsplássið hjá føroyskum sjófólki niðurlagt, og hann hevur harvið frá degi til dags viljað gjørt alla manningina arbeiðsleysa. Hansara grundgevingar vísa enn eina ferð, hvussu maðurin hevur sum fremsta endamál at skaða arbeiðsplássini hjá sjómonnum.
Hetta sást ikki minst, tá ið hann í 1. mai røðu síni nýtti nasistisku týningarleguni Theresienstadt til at lýsa umstøðurnar hjá fiskimonnunum!
Eg havi sjálvur havt við Norrønu at gera í meira enn 20 ár, og sigast kann sum heild, at tær hava báðar verið góð arbeiðspláss, har fólk hava trivist. Sjálvsagt hava verið trupulleikar við so nógvum fólkum, so nógvum manningarbólkum og so nógvum ymiskum tjóðum.
Fyri tað fer einki normalt menniskja at ynskja arbeiðsplássini á húsagang ella at spilla tað út alment, sum gjørt verður her. Tað hevur altíð verið roynt at loysa trupulleikar beinleiðis millum partarnar.
Skuldi tað kortini verið okkurt, sum ikki riggaði sum tað skal, mátti vera upplagt at latið nýggja stjóran royna seg heldur enn at ynskja skipið á húsagang!
Tað er neyvan hent fyrr, at ein fakfelagsformaður so tilvitað hevur roynt at skaða sínar egnu limir og harvið sítt egna felag. Manningin á Norrønu kann við fullum rætti kenna seg stungna í bakið av Jan Højgaard. Hvussu eiðasørur hann annars er sást, tá løgtingið í vár samtykti at hækka skattin hjá júst hansara limum umborð, uttan at hann latst um vón.
Tá er munur á Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum á síni heimasíðu sigur, at tað “tekur ikki støðu til tann ideologiska ella politiska partin av hesum málið. Vit fegnast bert um, at Norrøna heldur á at sigla undir føroyskum flaggi, og við manning, sum er sett sambart sáttmálum við føroysk fakfeløg.”
Tað eru slíkir sum byggja land.
Einki fortreð av at gera limir arbeiðsleysar
Tað sum tó lýsir eirindaloysið hjá Jan Højgaard meira enn annað er, at hann sigur seg ikki hava minsta fortreð av síni roynd at beina fyri hesum arbeiðsplássum hjá egnum limum. Tað er munur á tá, tá felagið fyrr nýtti sínar kreftir til at varðveita og økja um arbeiðsplássini.
Hesin hansara hugburður sást eisini í Carltonmálinum, har hann í óðum verki rak menn út í arbeiðsloysi uttan at hava minsta fortreð av hesum, eisini samb. Sosialin.
Jan Højgaard er eitt gott dømi um, at tað krevst í hvussu er einki skil og vit, tá ið tað snýr seg um at bróta niður.