Hósdagin 21. mars 2002 hevði Kvinnufelagið aðalfund í KFUM. Í nevndini í Kvinnuhúsfelagnum sita Edna Jørgensen, forkvinna, Frígerð Sundsskarð, næstforkvinna, Henrid Johansen, kassameistari, Finngerð Fríðriksdóttir og Eyrith Leyni
Í 2001 hava 36 kvinnur arbeitt sum sjálvbodnar. Tær hava arbeitt í vaktarskipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevndum og í ráðgevingini. Felagið hevur limafund einaferð um mánaðin. Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er fjølbroytt, og vit hava altíð brúk fyri fleiri vaktum. Hevur tú hug til hetta arbeiði, set teg í samband við okkum á tlf. 317200 og hoyr meira.
Kvinnuhúsfelagið rekur Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðina, har kvinnur kunnu ringja ella støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Kvinnan nýtist ikki at siga navn sítt, bústað ella P-tal. Heldur ikki er neyðugt hjá henni at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er. Møguleiki er hjá kvinnum, saman við børnum teirra at gista á Kreppumiðstøðini, í styttri tíðarskeið. Trý lønt starvsfólk eru í Kvinnuhúsinum.
Harðskapur er oftast orsøkin til, at kvinnur venda sær til Kvinnuhusið. Harðskapurin er oftast framdur av nú- og fyrrverandi manni/sambúgva ella av vaksnum synum. Kvinnan kennir í flestu førum mannin, ið fremur harðskapin.
15 kvinnur og 14 børn hava gist á Kreppumiðstøðini í 2001. Aldurin á kvinnunum var millum 20 og 59 ár. Børnini vóru millum 0 ? 14 ár. Kvinnurnar siga, at orsøkin til harðskapin er partvís uppvøkstur, øvund, undirlutakenslur, misnýtsla og ymisk mentan. Í 2001 hava 365 áheitarnir verið til Kvinnuhúsið. Áheitarnirnar hava verið úr 21 ymiskum kommunum. Kvinnuhúsið hevur frá byrjan í 1990 havt áheitarnir frá 38 kommunum.
Hækkaða játtanin til Kreppumiðstøðina gjørdi, at setast kundi ein pedagogur til børnini burturav. Pedagogurin skal geva børnunum positivar upplivingar, og stuðla børnunum í at tosa um tað, ið hevur ført við sær, at tey búgva á Kreppumiðstøðini. Børnini hava antin beinleiðis ella óbeinleiðis uppliva harðskapin heima. Børnini eru stødd í sama húsið, so sjálvt um tey kanska ikki síggja mammuna verða illa viðfarna, so hoyra tey, hvat fer fram. Vit takka øllum, sum ymiskan hátt hava stuðlað arbeiðnum í Kvinnuhúsinum.