Sjálvstýrið er ríkismál

Tað er ikki at blanda seg í føroyskan innanlandspolitikk at tosa um sjálvstýri á Fólkatingi, sigur Lars Emil Johansen. Vit tosa um ríkismál í hesum førinum, og mugu tola viðmerkingar frá hvørjum øðrum. Vit liggja ikki í kuvøsu

 

Sjálvstýrismál


Nú skulu vit ikki vera skjarrligir í Norðurhøvum og ikki tola, at onnur gera viðmerkingar til tað, vit takast við, heldur grønlendski fólkatingsmaðurin, Lars Emil Johansen, sum fer at svara Jóannesi Eidesgaard aftur upp á brævið, hesin sendi honum og Siumut týsdagin.

Lars Emil Johansen sigur, at tað stendur honum frítt sum fólkatingsmaður at meina tað, hann vil, og siga tað í teimum nevndum, hann er limur í. Í hesum førinum er talan um, at hann er limur í Føroyanevndini og hevur boðið sær til at bera tey sjónarmið, føroyski fólkatingslimurin í Norðuatlantssamgonguni hevur hug at fáa fram har. Tað er tað, alt málið snýr seg um, sigur Lars Emil Johansen.

Hann metir ikki, at tað á nakran hátt er at blanda seg í føroyskan politikk, um hann ber sjónarmiðini hjá Tjóðveldisflokkinum fram í eini fólkatingsnevnd.

Sjálvstýrismálini eru ríkismál, metir hann, sum viðkoma líka nógv øllum trimum pørtunum í ríkinum. Hann ætlar sær ikki at orða nakran føroyskan politikk, men bera fram tær orðingar, sum koma úr Føroyum. Tað eiga føroyskir politikarar at tola, sigur Lars Emil Johansen.

Hann heldur, at hvørki føroyingar ella grønlendingar skulu kenna seg sum nakrar heilagar kýr, sum eingin má nerta við ella gera viðmerkingar til.

?Vit liggja tó ikki í kuvøsu, sigur hann, og eiga at tola, at onnur hava eina meining um mál, sum vit kanska hava hug at kanna okkum.

Sjálvur hevur hann einki í móti, um føroyingar hava eina meining um grønlendskan politikk, men hann væntar kortini ikki, at føroyingar fara at vilja seta politisku dagsskránna í Grønlandi. Sama er galdandi í hesum førinum, vísir hann á. Tann, sum hevur skilt orð hansara í Útvarpinum sum íblanding í føroysk viðurskifti, hevur misskilt tey, leggur grønlendski fólkatingsmaðurin dent á.

?Eingin kann forða mær at hava míni egnu sjónarmið. Eg eri í móti sensuri, og eg ætli mær at siga tað, eg haldi meg hava rætt til. Tað er bara grønlendska veljaranum, sum hevur givið mær fulltrú at tala á Fólkatingi, eg standi til svars fyri, staðfestir Lars Emil Johansen.