Sjálvstýrisflokkurin í andstøðu?

    

Sámal Matras Kristiansen
???????????????????????

Nú valið er av, og úrslitið sera óvæntað gjørdist upp aftur meiri gruggut enn tað frammanundan var, og røkist mangt fyri at vit fara at síggja eina breiða samgongu millum tríggjar av stóru flokkunum. Og tað hevði kanska ikki verið tað ringasta, hóast alt.
Men ein breið samgonga merkir samstundis, at smáu flokkarnir, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin helst fara at standa uttanfyri, og soleiðis koma at føra ein øðrvísi politikk enn teir annars høvdu gjørt, um teir vóru í samgongu.
Lat meg siga tað beinanvegin. Eg haldi ómetaliga lítið um Miðflokkin - eri ósamdur í nærum øllum hann stendur fyri, og var tað mær ein beiskur biti at svølgja, at flokkurin fekk tveir menn á ting. Tað er eitt fet á skeivari leið - eitt fet aftureftir til eina tíð, ið ikki longur er til.
Men sum so er gott, at Miðflokkurin ikki sleppur í samgongu, men hinvegin møguliga enntá sera spell, um ikki Sjálvstýrisflokkurin sleppur upp í part. Líkamikið hvør tann breiða samgongan verður, so merkir ein tilvera í andstøðu, at Sjálvstýrisflokkurin 1) sleppur undan at taka ábyrgd og føra realpolitikk og 2) noyðist at rópa hart um populer (populistisk) mál fyri ikki enn einaferð at enda undir sperrumarkinum í ymisku veljarakanningunum, sum hann m.a. gjørdi hesaferð.
Hesaferð slapp Sjálvstýrisflokkurin við skrekkinum, og alt gott um tað. Formaður floksins vaks flott við uppgávuni, hóast hann darlaði eitt sindur í fyrstuni. Men eg vil við hesi grein vísa á, at tað kann fara at gerast ein retardering av Føroya elsta flokki, um ikki hann sleppur við í tað "góða selskapið" - at vera við har avgerðirnar verða tiknar; at noyðast at taka ábyrgd.

Kristiligi Sjálvstýrisflokkurin?
Um ein hyggur at rákinum í Sjálvstýrisflokkinum, skal ein ikki hyggja leingi, áðrenn man sær spírandi tendensir til kristinfanatismu í flokkinum. Neyvan so heilhjartað sum í Miðflokkinum; helst meiri sum ein roynd at kopiera skitnu metodur Miðfloksins við m.a. at hunddálka samkynd og útlendingar í valstríðnum, eins og Dansk Folkeparti hevur megnað á Flatlondum - nakað sum hevur gjørt flokkin til triðstørsta flokk í Fólkatinginum.
Enn vantar fínteljingin av løgtingsvalinum 2004, so enn er ikki víst, hvørt Malan Johansen ella Kári P. Højgaard sleppa á ting. Men líkamikið; bæði eru at meta sum virðilig og hóvlig umboð fyri flokkin, ið dúgliga hevur proklamerað seg sum ein sosialliberalan, tollyntan flokk. Ella sum tað so frálíkt stendur í stevnuskrá floksins:
"Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi, og er ímóti mannamuni og allari happing."
Men henda kósin kann lættliga fara at venda. Um flokkurin endar í andstøðu, koma meingarnar í flokkinum eisini partvíst í andstøðu, og gera harvið partvís upp við ta fatanina, ið er sett út í kortið av stóru, stýrandi flokkunum. Mín ótti er, at ein Sjálvstýrisflokkur í andstøðu kann fara at leypa uppum har garðurin er lægstur, nevniliga við jøvnum millumbilum at seta fram populistiskar meiningar, ið verða drignar fram úr somu "kristnu" skattakistu, ið nørir serliga Miðflokkin í hesum døgum, og tíverri eisini gav politiskt avkast hesa ferð.
Mín vón er, at Sjálvstýrisflokkurin kann verða drigin upp úr hóttandi populistiska dýkinum, so møguligt verður hjá nógvu skilafólkunum, ið hóast alt mynda flokkin, framhaldandi at skapa ein flokk við visjónum, heldur enn at søkja niður á tann lægsta felagsnevnaran. Tað ringasta, ið kann henda, er um Sjálvstýrisflokkurin umskapast til ein Kristiligan Fólkaflokk í fáraklæðum, ið soleiðis kemur at kappast við Miðflokkin um at grava fanatiskan lort upp úr kristinfundamentalistiska moraðsinum, og soleiðis at framelska tað ringasta í sinnum teirra føroyingum, ið velja at grava seg niður mentanarliga, heldur enn at skoða fram og skapa veruligar politiskar loysnir fyri einar Føroyar í einum heimi av vaksandi torgreiðni og støðugum umbroytingum - nakað sum bert ein frælslynt kristindómstulking, eins og tann úr stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins, kann borga fyri.
So leingi Sjálvstýrisflokkurin ikki er tungan á politisku vágskálini, kann Sjálvstýrisflokkurin sum so ikki krevja nakað. Men ein landsstýrissessur til flokkin hevði uttan iva verið flokkinum - og føroyskum politikki at frama.
Eg vóni í hvussu er, at mín ótti um ein "Kritiligan Sjálvstýrisflokk" verður avsannaður í verki. Drív á, Sjálvstýrisflokkurin!