Hin 1. apríl í ár eru liðin 50 ár, síðan Nes kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna fyri bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Í hesum sambandi verður skipað fyri 50 ára hátíðarhaldi í Tofta skúla leygardagin, 1. apríl 2017, og haldið byrjar klokkan 14.
- Á hátíðardegnum verða frásagnir um, hvussu kommunan bleiv til, og hvussu menningin av Nes kommunu hevur verið hesi 50 árini. Harumframt verða mynda-og filmsframsýngar og kórsagnur á skránni, og eisini verður okkurt at fáa til matna.
Nes kommuna veit at siga, at Tofta skúli fer at hava evnisdagar í viku 13 í samband við 50 ára dagin hjá kommununi, og næmingar fara á hátíðardegnum at vísa fram og framføra.
Kommunustýrið samtykti fyri fýra árum síðan at geva út bygdasøgu fyri bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Á hátíðardegnum fer rithøvundurin, Helgi Jacobsen, at greiða frá arbeiðnum við bygdsøguni og at taka søgubrot fram.
Lagt verður aftrat, at bygdasøgan telur trý bind, tvey bind um bygdarsøgu, og eitt bind er ættarsøga.
- Útgávudagurin fyri bygdasøguna verður í sambandi við Várdagar, sum Nes kommuna aftur í ár skipar fyri, og teir verða í døgunum 29. apríl til 5. mai. Ættarsøgan kemur út seinni í ár, siga tey í Nes kommunu.