Sjálvt »vælbjargað« hokna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna
------------------
Fólkaflokkurin fór til val uppá, at tað skuldi loysa seg at arbeiða og vann valið uppá hesa valskrá. Har var onki goymt og vit vóru opin og erlig. Tá tað verður sagt, at tað skal loysa seg betri at arbeiða, so liggur tað í tí, at tær síðst vunnu krónurnar ikki skulu skattast so hart sum nú. Fólk vóru troytt av, at tað eftirhondini ikki loysti seg at arbeiða. Tey, sum forvinna meira enn 250.000 eru 14.500 fólk í tali, og tey gjalda gjalda 80 prosent av øllum skattinum. Hesar inntøkur gjalda soleiðis sín stóra part til samfelagshúsarhaldið. Hervið meini eg sjálvandi ikki, at inntøkur undir 250.000 skulu skattast harðari. 

Við at innføra flatskatt fara vit 7 pláss niður á listanum, sum vísir marginalskattatrýstið í ymsum londum , men vit koma framvegis at liggja langt omanfyri miðjuna. Sjálvt aftaná flatskattin eru tað 14 lond á hesum listanum við lægri marginalskattatrýstið enn Føroyar.So tað er vælskiljandi, at nú er tíðin komin til at gera tað liviligari í Føroyum. Føroyingar eru stutt sagt troyttir av at gjalda so ovurhonds høgan skatt. 

Sjálvt tey sokallaðu” vælbjargaðu” við teimum breiðu herðunum, sum tjóðveldi og javnaðarflokkurin so speirekandi plaga at taka til, eru nú eisini hoykna undir skatta- og avgjaldstrýstinum . Tey eru noydd at søkja um stuðul fyri at kunna halda eini virðilig jól saman við børnunum. Her er talan um vællærd fólk við góðum arbeiði, men onki leypir av. Tey gjalda ein so stóran part til felagskassan nú, at tey hava ikki ráð til sín sjálvan. Vit hoyrdu um einliga mammu, sum forvann kr. 35.000 um mánaðin og ikki fekk tað at hanga saman. Hon fær við flatskattinum munandi meira til sína familju.


Lærda fólkið heimaftur?
Vit tosa um at fáa okkara lærda fólk heimaftur ?? Heilt erligt, heimaftur til hvat ? at blíva knokkroytt í skatti ? Tað hevur verið slagorðið hjá fleiri poltikarum, at vit skulu hava okkara lærda fólk heimaftur. Tit mugu ikki vera so bláoygd at trúgva, at fólk við góðari útbúgving og góðari løn tíma at flyta til Føroya fyri at blíva knokkroytt í skatti og avgjøldum. 

Nei nei her má og skal vend koma í, fyri at nakar yvirhøvir tímir at búleikast her og tað er tað fólkaflokkurin vil. Og gloymið ikki, at tað eru teir breiðu herðarnir, sum eftir hondini ikki orka meir og ikki kunnu búgva í landinum fyri høgum skattatrýsti. Hesi gjalda sín stóra part til vælferðarsamfelagið.

Øll skulu hava tað gott
Vit ynskja , at øll skulu hava tað gott, í øllum lønarløgum. Í løtuni gjalda tey, sum vinna kr 100.000 næstan bara kommunuskatt. Við flatskattinum verða tað 5000 av teimum lægstløntu, sum ongan landsskatt koma at gjalda.  Botnfrádrátturin verður hækkaður, soleiðis, at ongin landsskattur verður goldin áðrenn ein hevur fortjent 65000.

Pensiónir, sum eru inngoldnar verða ikki rørdar
Fyri at sláa tað fast, so verða pensiónirnar inntil 1. Jan. 2012 ikki rørdar. Tað eru pensiónirnar, sum verða inngoldnar eftir 1. Januar 2012, sum verða skattaðar við inngjaldi.

Tað verður stórt sæð ongin munur um pensiónirnar verða skattaðar við inngjald heldur enn útgjald. Og munurin við hesum uppskoti okkara er, at samgongan hevur valt, at nú skal tað verða fólkið, sum fær ágóðan av hesum skattinum. Samgongan ynskir, at hesin skatturin kemur fólkinum til góðar nú við skattaumlegging soleiðis, at tað fer at loysa seg betri at arbeiða. Vit ynskja heldur, at fólkið fær hesi 40 prosentini nú so tey fáa meir livilig kor, ístaðin fyri at landi fær henda peningin um eini 30 ár. Orsøkin er heilt einfalt tann, at tað skal loysa seg betri at arbeiða og útbúgva seg. Her er ikki nóg liviligt, tá vit hugsa um skattatrýstið. Veruleikin er eisini, at vit blivu færri og færri. 

Ein annar møguleiki var eisini at lænt pening til hettar, men tað vilja vit ikki, tí vit vilja hava hallið har piparið grør. 

Hettar er mátin vit vilja gera tað uppá. Fólkaflokkurin hevur allatíðina verið opin og erligur um, hvussu vit vilja føra flatskattin út í lívð. Vit hava frá fyrsta degi greitt frá, at tað verður skatturin við inngjald av pensiónum , sum skal fíggja hetta. Og tað er tað vit fyrihalda okkum til. Í so máta er onki broytt.

Gevið okkum møguleikan
Sigi sum løgmaður, gevið okkum møguleikan at vísa okkara politik. Sjálv yvist eg onga løtu í, at hetta fer at gera tað meira liviligt hjá øllum, og tað verður hugaligari at vera føroyingur. Samstundis fer hetta at eggja okkara fólki, sum búgva aðrastaðni at koma hendavegin at búleikast og ikki minst - gjalda sín skatt her. 

Vit skulu ikki gloyma, at tíðirnar eru nógv broyttar og at tað fellur okkum sera lætt at arbeiða í øðrum londum, og koma heim við jøvnum millumbili, uttan at heimlongsulin bilar. Um hesi framhaldandi blíva knokkroytt í skatti, so rykkja tey pelarnar upp og flyta og úrslitið er kanska nógvar mistar framtíðar skattainntøkur. Um vit spæla okkum av við hesar , verður kanska neyðugt at skatta aðrar inntøkur enn harðari. 

Tað má og skal gerast attraktivt at flyta til Føroyar og búgva her og gjalda sín skatt her. Fólk skulu ikki flyta til Føroya bara av idealismu - tað livir ongin av, men tí tað loysir seg at búgva her og tí tað er liviligari her. 

Sum sæst á talvunum, so verður tað tíverri soleiðis, at hóast vit innføra flatskatt, so hava vit framvegis hægri marginalskattatrýst enn tey londini vit vanliga plaga at samanbera okkum við. Hesi lond eru vælferðarsamfeløgini Svøríki , Norra og Danmark . Onnur lond, sum eisini hava lægri skattatrýst enn vit, sjálvt eftir flatskatt eru Italia, Frakland, Holland, Tjekkia, Portugal, Spania, Grikkaland, Slovakia, UK, Póland og USA.
Av norðanlondum er tað bara Finnland, sum hevur eitt hægri skattatrýst enn Føroyar aftaná flatskatt.
Sum tað er í løtuni, er tað bara Belgia, sum hevur hægri marginalskattatrýst enn vit. 

Flatskatturin setir virksemi í gongd
Flatskatturin fer at seta virksemi í gongd, við tað at fólk hava meir pengar um hendi. Tey fara at hava betri ráð til hart tiltrongdar ábøtur á hús teirra, skifta vindeygu, hurðar og tak. Hetta gevur arbeiði til handlar og handverkarar og setir soleiðis virksemi í gongd. 

Fólk sum arbeiða niðursetta tíð, fáa betri hug at arbeiða fulla tíð, tí tað fer at loysa seg betri. Sum støðan er nú, eru tær síðstu krónurnar ógvuliga súrt tjentar, tí tær vera so hart skattaðar. Nógv velja heldur at vera heima enn at skræða seg sundur fyri nakrar fáar krónur.
Kann tilsíðst nevna, at vit rinda nógv meir enn danir í inntøkuskatti og sjálvt við flatskattinum, koma flestu føroyingar at gjalda meira skatt enn danir. (Sí talvu)