Sjómanskona og listakvinna

- Framsýningin er ein sjálvsmynd. Ein útlevering av mær sjálvari og mínum kenslum, sigur Jóna Rasmussen, listakvinna og sjómanskona, ið fyri fyrstu ferð sýnir fram einsamøll

- Íblásturin kemur alla staðni frá. Úr nærumhvørvinum, úr huglagnum í samfelagnum, frá eini sangløtu ella einum møti. Frá einum biltúri ella eini telefonsamrøðu. Íblásturin stavar onkursvegna úr tí fjara. Hann myndar longsulin.

- Eg súgvi alt til mín, øll inntrykk, og nógv brúki eg aftur - um aftur og umaftur. Eitt mánalýsi eg sá sum ung genta hevur gjørt varandi inntrykk á meg. Ta myndina havi eg tekna í nógvum frábrigdum.

- Eg lurti ikki eftir tónleiki, tá ið eg arbeiði. Tá skal vera friður. Men kortini er tónleikurin eins og sjóðið frá havinum til í asosiasjónum aftan fyri tað, eg geri, sigur Jóna Rasmussen.

Jóna Rasmussen, ið er fødd í 1946, er av kendari lista- og tónleikaætt í Havn. Abbin var Christian Guttesen, vanliga nevndur Kisan og pápin Jens Fr. Guttesen. Maður Jónu, Ingolf, er sjómaður. Børnini eru Jens Pauli og Sigrið, ið hevur gjørt seg galdandi á tónleikaøkinum.

- Sum smágenta kom eg nógv inn til ommu og abba á Tinghúsvegnum. Abbi stjórnaði Havnar Hornorkestri, GHM, og málaði á einum staffeli í stovuni. Hann gjørdi naturalistiskar myndir, eg sá, hvussu hann arbeiddi og fekk hug sjálv at royna.

- Sum barn fekst eg mest við at tekna, eg havi í grundini altíð teknað og verið kreativ á nógvum økjum. Longu sum fjúrtan ára gomul málaði eg abstrakt. Minnist eg gekk fram við Pakkhúsinum, tá ið pápi sendi meg út við rokningum fyri Shell, og sá allar kassarnar, sum stóðu stáplaðir har. Kassarnir hava fylgt mær síðani, og ganga aftur í nógvum, eg máli.


Undirvísing

Tólv ára gomul sá Jóna eina lýsing í Dimmu, har tað varð sagt, at Ingálvur av Reyni hevði listaskúla.

- Tað vildi eg sleppa at royna, men eg var ov ung. Eg helt, at skúlin var komin fyri at verða, men hann var tíverri bara tann eina veturin.

Fyri nøkrum árum síðani fekk Jóna serligan áhuga fyri møguleikunum í ymiskari grafiskari tøkni.

- Vit búðu seks ár í Grønlandi og har gjørdi eg nógvar skitsur. Heimkomin aftur sá eg, at Olivur við Neyst, listamaður, hevði undirvísing í Kvøldskúlanum. Eg meldaði meg til fyri at fáa at vita, hvar er fleyt. Síðani havi eg eisini gingið til undirvísing hjá Torbjørn Olsen.

Hon hevur verið á skeiðum í Danmark í grafikki og havt lærarar sum Ib Agger og Bjarne Aggerbo, men serliga hevur hon arbeitt sjálv við egnu koparstungupressu síni og á Tórshavnar Listaskúla, har hon hevur undirvíst í grafikki seinastu fimm árini.


Tað ræður bara um at tora

Hetta er fyrstu ferð, Jóna Rasmussen sýnir fram einsamøll, men annars hevur hon tikið lut á nógvum framsýningum saman við øðrum, bæði í Føroyum og uttanlands. Í løtuni sýnir hon fram á stóru føroysku framsýningini á Den Frie í Keypmannahavn.

- Tá ið tú sýnir fram saman við øðrum, kanst tú lættari krógva teg. Sýnir tú fram einsamøll, útleverar tú teg sjálva nógv meiri. Hetta er nakað djúpt persónligt. Eg eri rættiliga sjálvkritisk. Hevði eg ikki verið tað, hevði eg langt síðani sýnt fram einsamøll.

- Tá ið eg havi sent verk inn til framsýningar, hava sensurnevndirnar altíð valt tær abstraktu burtur úr, og so er linjan líkasum løgd, sigur Jóna Rasmussen.

Verkini, Jóna hevur við á framsýningini í Listaskálanum, eru 95 tali, málningar og grafikkur, og eru øll evnað seinastu árini.

- Yvirskriftin á framsýningini vildi eg sagt er: sjálvsmynd ella longsul. Í øllum førum kenslur. Tað kann vera tankar í sambandi við eina telefonsamrøðu við mannin. Er fiskiskapurin góður sæst tað aftur í myndunum. Tá ið heimkoman nærkast máli eg í bjartari litum. Og tá ið hann kemur heim verða myndirnar glaðari. Eg síggi alt í myndum. Skip í havsbrúnni ella við bryggju. Vár. Náttúru. Tónar, børn, og hugløg.

Ert tú ein droymari?

- Tað má eg vera, tí eg droymi meg mangan burtur í myndum. Men samstundis haldi eg eisini, at eg havi jarðarforbindilsi. Onkursvegna er tað ein kombinasjón av báðum. Í mínum lívi eru so nógvir mótsetningar, og tað vil so vera, tá ið eg fáist við list og samstundis havi ein mann, sum siglir.

Listin er yrkið hjá Jónu Rasmussen burturav. Hon er útbúgvin sjúkrahúslaborantur, men hevur bert í tvey ár tilsamans arbeitt í tí yrkinum.

- Tað hevur avgjørt nakað at siga fyri mína list, at eg havi ein mann, sum siglir. Tað at hann siglir, hevur sett nakað í gongd í mær. Eg brúki hvønn minutt, hann er burtur, keði meg aldrin og tíðin røkkur ikki til. Eg hugsi nærum í bláum og mín fyrsti málningur var myrkabláur. Blái liturin er vorðin sterkari við árunum.


Einfaldsgeri

Millum myndirnar á framsýningini eru fimm krunkasvartar, hon nevnir Myrkari enn svart. Hesar eru málaðar í 1994 og súmbolisera svartskygnið, ið lá yvir allar Føroyar.

- Vit vóru í eini djúpari og svárari kreppu, og hon gav mær íblástur til myndirnar. Eg einfaldsgeri allar myndirnar, men í allari prosessini, sum er til inni í mær og sum koma fram á myndunum so við og við, er tann súmbolikkurin, eg vil hava fram. Hóast eg brúki bara eina flatu, liggja nøkur løg í myndini, sum eru partar av allari prosessini. Eg eri væl greið yvir, at tað er trupult hjá áskoðaranum at síggja løgini og tí havi eg altíð ein tittul við.

Framsýningin letur upp í Listaskálanum í dag kl. 16.00 og er opin til 2. mai.