Sjómenn noyddu Claus at tosa føroyskt

- Eg sigldi við Venus, og føroyingarnir umborð vildu ikki tosa við meg, um eg tosaði danskt. Hetta var sjálvandi skemt frá teirra síðu, men tað noyddi meg so at royna at tosa føroyskt, og síðani havi eg roynt, sigur danin Claus Rasmussen, sum komandi kappingarár skal venja StÍF

Claus Rasmussen verður venjari hjá StÍF komandi kappingarár. Hann hevur í tvey ár verið venjari hjá Neistanum, har ið hann fekk góð úrslit við ungum og óroyndum leikarum.

Claus og Neistin samdust tó um, at samstarvið ikki skuldi halda fram, og nú tekur hann við nýggjari avbjóðing á vestara armi av Skálafjørðinum.

Claus er úr Danmark. Hann er giftur við Guðruni Horn úr Havn, og tey eiga børnini Kára, Elsu og Teis. Tey búgva í Havn, har ið Claus eisini arbeiðir sum pedagog.

 

Skaði steðgaði honum

Claus vaks upp í Suðurjútlandi. Hann spældi við lokala felagnum í ungdómsárunum, men hann gjørdist skaddur á ungum ári og misti meniskin.

Hann fekk tó vant seg upp aftur, men seinni sleitt hann krossbandið, og tað var endin á hansara hondbóltsleið sum virkin leikari.

- Tað var einans eitt sindur av hugnafótbólti, men tað endaði galið. Tá var grúsvøllur á Argjum, og eg sleitt krossbandið. Øll sum hava roynt tað vita, at tað er dráp, sigur Claus.

Hondbóltur fylti ein stóran part í lívinum hjá Claus. Tí var tað torført ikki at kunna spæla meira, men hann kastaði seg ístaðin yvir venjaragerningin.

- Tað var Guðrun sum fekk meg at taka venjaraskeiðið. Síðani havi eg vant nógv feløg, og mær dámar sera væl at vera venjari, sigur Claus, sum, umframt Neistan, hevur vant nøkur ungdóms- og divisiónslið í Danmark.

 

Flutt ímillum

Claus hitti konuna Guðrun í Danmark. Hann kom fyrstu ferð til Føroya at arbeiða sum 23 ára gamal, eftir at hann hevði hitt Guðrun.

Claus og familjan hava eisini búð leingi í Føroyum

- Elsa varð fødd í Føroyum. Vit búðu nøkur ár í Føroyum tá, men so fór okkara elsti sonur, Kári, á eftirskúla, og tá fluttu vit øll til Danmarkar, har ið tann yngsti sonurin, Teis, varð føddur, sigur Claus.

Tey búðu so í Danmark, inntil Neistin bjóðaði teimum upp aftur. Teir vildu hava Claus at vera venjara hjá besta mansliðnum.

 

Ungt lið

Fyrsta árið, har ið Claus var venjari, gekk ikki so væl hjá Neistanum. Teir endaðu niðastir við einans einum stigi. Neistin hevði mist nogv fólk og høvdu eitt sera ungt lið.

- Eg og nevndin í Neistanum vóru samd um, at vit skuldu arbeiða við at byggja eitt ungt lið upp. Hetta var leisturin, eg arbeiddi eftir. Tað var hart fyrsta árið einans at fáa eitt stig, men næsta árið gekk nógv betri, sigur Claus.

Seinna árið gjørdi Neistin seg leingi galdandi í oddinum, og fleiri ungir leikarar fingu sítt veruliga gjøgnumbrot. Hóast Claus hevði megnað meira við Neistaliðnum enn fleiri høvdu væntað, so steðgaði samstarvið við Neistan.

- Vit samdust um, at eg skuldi steðga. Nú er tíð til at fáa ein annan inn, sum kann menna leikararnar víðari. Eg haldi ikki, at ein venjari skal vera meira enn 2-3 ár í einum felag. Annars verða venjingarnar einstáttaðar, og venjarin hevur ikki meira at geva. Tveir ár í Neistanum var passaligt, sigur Claus.

 

Løtt avgerð

Nevndin í StÍF hevði lagt merki til góða arbeiðið, sum Claus gjørdi í Neistanum, og teir bjóðaðu honum at vera venjari hjá besta mansliðnum. Claus ivaðist ikki í, at hann skuldi taka av.

- Tað var ein løtt avgerð. Eg mátti sjálvandi spyrja familjuna fyrst, tí at tey eru øll neistafólk, sigur Claus við einum smíli.

Claus sær nógvar møguleikar við StÍF.

- StÍF hevur góða manning, og teir spæla søguliga góðan hondbólt. Strandingar hava spælt skjótan, tekniskan hondbólt, og tað er eisini tað, sum eg vil hava mítt lið at gera, sigur Claus, sum vónar, at fleiri ungir leikarar fara at banka uppá fyrsta liðið.

- Eg vóni, at teir ungu leikararnir koma at trýsta teir eldru. Eg ætli mær ikki at nýta teir somu 12 leikararnar alt árið. Um teir ungu leikararnir vísa viljan til at menna seg, kann eg hjálpa teimum at gerast betri leikarar, sigur Claus.

 

Dani skal styrkja um liðið

Claus tekur ein danskan spælstýrara við til Føroya, sum skal styrkja um liðið. Talan er um Danni Syhler, sum fyrr hevur spælt undir Claus.

- Danni fer at hava stóran týdning fyri liðið. Hann er ein ”allround” leikari, sum dugir at skora mál sjálvur, men hann ger eisini hinar betri. Hann vil geva hinum leikarunum nógv við sínum royndum, sigur Claus.

 

Donsk feløg sýna áhuga

Claus ætlar ikki at vera venjari hjá StÍF í meira enn 3 ár. Fyribils er sáttmáli skrivaður fyri eitt ár. Eftir hetta eru fleiri møguleikar.

- Eg taki fleiri venjaraskeið, og eg ætli mær at halda fram við hesum. Fleiri donsk feløg hava spurt seg fyri, men beint nú hugsi eg einans um StÍF. Men í framtíðini fari eg møguliga at venja okkurt danskt felag. Eg fari helst serliga at venja unglingar, tí at mær dámar best at arbeiða við ungum leikarum, sum kunnu mennast, sigur Claus.

Claus og familjan fara helst at flyta aftur til Danmarkar einaferð, men tey kenna seg líka nógv heima í Føroyum, sum í Danmark.

- Tað kann sjálvandi vera torført at siga, hvat er heima. Eg eri dani, og Guðrun er føroysk, og vit hava búð bæði í Føroyum og Danmark. Beint nú búgva vit í Føroyum, og vit føla, at Føroyar er okkara heim. Kortini gleði eg meg ótrúliga nógv til at fara í summarfrí í Danmark, sigur Claus.

 

Tosar føroyskt

Nógvir danskarar hava trupult við at tosa føroyskt, hóast teir hava búð nógv ár í Føroyum. Claus tosar tó føroyskt, og hóast tú hoyrir, at hann er dani, so klárar hann seg heilt væl.

- Eg dugi ikki heilt at benda, men eg royni at tosa føroyskt. Eg gangi eisini høgt uppí, at børnini duga at tosa føroyskt, sigur Claus, sum var noyddur at læra seg føroyskt, tá ið hann var til skips.

- Eg sigldi við Venus, og føroyingarnir umborð vildu ikki tosa við meg, um eg tosaði danskt. Hetta var sjálvandi skemt frá teirra síðu, men tað noyddi meg so at royna at tosa føroyskt, og síðani havi eg roynt, sigur Claus.

 

 

 

Claus um politikk

- Eg havi ikki beinleiðis áhuga fyri føroyskum politikki. Eg haldi ikki, at danskarar skulu blanda seg uppí føroyskan politikk. Eg fylgi tó við í altjóða poltikki. Mær dámar ikki væl Irak-kríggið

 

Claus um føroyskan mat

- Mær dámar sera væl føroyskan mat. Ræst kjøt og súpan er favoritturin. Mær dámar tó ikki so væl knetti. Eg fekk einaferð eitt knetti við í so nógvum tolgi í, og síðani havi eg ikki etið knetti

 

Claus um trúgv

- Eg gangi ikki í kirkju hvønn sunnudag, men eg virði átrúna. Yngsti sonurin gongur í adventistaskúlan. Tað er eisini tí, at mær dámar væl, at fólk hava góð virðir. Tað eru nógv religiøs fólk í Føroyum, og tað er heilt í ordan við mær

 

Claus um føroyskan ítrótt

- Føroyingar hava satsað ov nógv uppá fótbólt. Tit hava størri kjans at gera tykkum galdandi í altjóða kappingum í hondbólti. Eg vildi sagt, at føroyingar hava størri kjans at koma á støði við íslendingar í hondbólti enn í fótbólti

 

Fakta

Navn: Claus Rasmussen

Føddur: 4. mars 1961

Maki: Giftur við Guðrun Horn

Familja: Eiga børnini Kára, Elsu og Teis

Arbeiði: Pedagogur

Venjari hjá StÍF